Føroyingar skulu síggja verkini fyrst

– Tá ið stuðulin kemur úr Føroyum, vil eg fyri tað mesta arbeiða í Føroyum. Føroyingar skulu hava møguleika at síggja verkini, ið verða gjørd, sigur 33 ára gamla listakvinnan, Silja Strøm, ið býr í London, og sum júst hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins

Silja Strøm, listakvinna, hevur fingið trý ára listafólkaløn. (Mynd: Fielding Hope)

Silja Strøm, listakvinna, hevur fingið trý ára listafólkaløn. (Mynd: Fielding Hope)

Unga listakvinnan úr Vestmanna hevur fyri tað mesta búð uttanlands, síðani hon var 18 ára gomul. Í Norra, Glasgow, Wien og London. Men hon hevur eisini regluliga leitað heim aftur á klettarnar, her hon hevur arbeitt við list og havt framsýningar.

– Eg eri sera takksom fyri at hava fingið listafólkalønina. Nú kann eg hava meira tíð at fordjúpa meg í listini, sigur Silja Strøm.

Hon vísir á, at tá ið hon ikki hevur fasta løn, er nógv annað, ið hon skal taka sær av, eitt nú samskifti, bókhald, umrøða, skriva verkætlanaruppskot, søkja um stuðul og at nógv tíð fer við hesum.

– Nú fáa eg meira arbeiðsfrið og tí verður meira av degnum eftir at skapa og at menna meg í. Alt meðan eg arbeiði miðvíst við verkætlanum, sum eg eri sera spent at vísa fram, sigur hon.


Arbeiða uttan at hugsa um søluvirði

Nú korona herjar, er Silja Strøm stødd í Glasgow. Síðstu fýra árini hevur hon tó búð í London. Hon hevur eisini ferðast ímillum London og Glasgow.

Men listakvinnan ynskir eisini at koma til Føroya at arbeiða.

– Tá ið stuðulin kemur úr Føroyum, so skulu føroyingar eisini hava møguleika at síggja verkini. Tí skal tað sýnast fram í Føroyum fyrst, men kanska í útlandinum seinni, sigur Silja Strøm.

Hon hevur eisini vónir um at fáa nógv burturúr hetta trý ár skeiðið.

– Eg ætli at arbeiða nógv. At fáa listafólkaløn gevur møguleika at arbeiða við fullari ferð uttan at hugsa um søluvirði á verkinum. Nú ætli eg at arbeiða við at mynda lívssøgur, at eksperimentera, at víðka um fyribrigdi og dimensiónir og fara meira í dýpdina. Eg vóni eisini at fáa tíð at lesa og skriva meira, sigur hon.

Annað er eisini á skránni.

– Ymsar verkætlanir eru fyri framman, men eg kann ikki siga so nógv um tað enn, sigur Silja Strøm.


Tómrúmið varð fylt við list

Tað at gerast listafólk var ikki hennar barnadreymur, men áhugin fyri list var tó har.

– Eg havi altíð teknað nógv sum barn, men tá ið eg gjørdist tannáringur, var tað serliga svimjing, sum fylti sera nógv, sigur Silja Strøm.

Hon svam við Havnar svimjifelag og var ein av úrvalssvimjarunum í felagnum. Men alt broyttist, tá ið hon í 2.g fór til Norra at ganga á einum altjóða Reyða Kross skúla í tvey ár.

 

Lesið alla samrøðuna við Silju Strøm í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.

Silja Strøm, listakvinna, hevur fingið trý ára listafólkaløn. (Mynd: Fielding Hope)