Føroyingar skulu yvirtaka stórmál frá døum

Tjóðveldi hevur gjørt fleiri royndir og nú royna tey aftur

Nú skulu føroyingar yvirtaka løgregluna, dómsvaldi og viðurskiftini í sambandi við brotsmál. Tað halda tey í Tjóðveldi og tað hava tey nú lagt uppskot fyri Løgtingið um.

At taka ræðið á hesum viðurskiftum, hevur verið eitt mál, Tjóðveldi hevur havt á skránni í ein mansaldur og nú gera tey enn eina roynd.

Tað hevur alstóran týdning fyri at menna Føroyar sum tjóð og fyri at hava eitt veruligt fólkaræði, at vit taka ábyrgdina av at menna eina føroyska løgreglu, eitt føroyskt ákæruvald og rættarskipanin verður føroysk, siga tey.

Tey siga, at Føroyar hava neyðugu serfrøðina til at yvirtaka hesi málsølini og at samstarva við myndugleikar og stovnar í øðrum londum, og við altjóða stovnar um hesi viðurskiftini, leggja tey afturat.Tey halda eisini, at neyðugar tænastur, ið krevjast í torførum kanningararbeiði hjá løgreglu og ákæruvaldi, kunnu keypast uttanlands.

Tey halda, at ein fyrimunur við hesum er, at vit kunnu sleppa undan miðsavningini, sum nú er í løgregluni, har fleiri politistøðir eru niðurlagdar og tey mæla eisini til, at løgreglustøðir verða aftur í øllum sýslum kring landið.

Samstundis halda tey, at tað hevur stóran týdning at gera eitt føroyskt fongsulsverk. Tey siga eisini, at tað fer at kosta einar 120 milliónir um árið at yvirtaka hesi málsøkini.