Føroyingar út í Evropa at døma

Frá vinstru: Jan Hermansen, Kári á Høvdanum, Eiler Rasmussen og Jørleif Djurhuus. Mynd: fsf.fo

Frá vinstru: Jan Hermansen, Kári á Høvdanum, Eiler Rasmussen og Jørleif Djurhuus. Mynd: fsf.fo

Tað eru ikki bara føroysku fótbóltsfeløgini, sum í hesum døgum royna seg á leikvøllum kring Evropa, men sleppa dómararnir eisini at royna seg. Fleiri av okkara altjóða dómarum, hjálpardómarum og dómaraeygleiðarar hava nevniliga fingið uppgávur í samband í Europa League. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu síni.

FSF upplýsir, at Alex Troleis er settur at døma dystin millum Europa FC úr Gibraltar, og pólska liðið, Legia Warszawa. Hjálpardómarar vera Andrew Christiansen og Dan Højgaard. 4. dómari verður Eiler Rasmussen. Dysturin verður spældur komandi hóskvøld á Victoria Stadion í Gibraltar.

Hósdagin í næstu viku verður tað so Kári á Høvdanum, ið sleppur at royna seg, tá hann, saman við Andrew Christiansen og Jan Hermansen, ið vera hjálpardómarar, og Alex Troleis, ið verður 4. dómari, skal døma dystin millum Shamrock Rovers úr Írlandi, og norska felagið, SK Brann, ið er felagið hjá føroyska landsliðsleikaranum Gilli Rólantsson.

Harumframt hava føroyingar eisini fingið tvær dómaraeygleiðara-uppgávur. Lassin Isaksen verður eygleiðari til dystin millum Molde og KR Reykjavík, og til dystin millum Makedonija og Alashkert FC, verður Niklas á Líðarendan dómaraeygleiðari, boðar FSF frá.

Frá vinstru: Jan Hermansen, Kári á Høvdanum, Eiler Rasmussen og Jørleif Djurhuus. Mynd: fsf.fo