Pelagiski høvuðsstaður endurreisast

- Ríkiligt rúm er fyri trimum uppsjóvarvirkjum í Føroyum, sigur Sigurð S. Simonsen, stigtakari til nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði

Sigurð S. Simonsen á havnalagnum í Fuglafirði, har ætlanin er at byggja nýtt uppsjóvarvirki

Sigurð S. Simonsen á havnalagnum í Fuglafirði, har ætlanin er at byggja nýtt uppsjóvarvirki

- Ríkiligt rúm er fyri trimum uppsjóvarvirkjum í Føroyum, sigur Sigurð S. Simonsen, stigtakari til nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði.

 

Uppsjóvarvirkið í Fuglafirði er ein meira enn 20 ára gomul ætlan, sum Sigurð S. Simonsen, býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri nú hevur tikið stiga at fremja í verki.

 

Gerst ætlanin veruleiki, verður virkið bygt við síðuna av verksmiðjuni Havsbrún á havnalagnum í Fuglafirði.

- Tað er nú, tað skal vera, tí tað er ríkiligt av uppsjóvarfiski til trý virki, og eg meti útlitini fyri framtíðina vera góð, sigur Sigurð S. Simonsen.

 

Drívmegin hjá honum at fara undir royndina at fremja gomlu ætlanina í verki er idealisma og alskur til heimbygdina.

 

- Sjálvur verði eg millum teir heilt smáu íleggjararnar, og eg vænti mær ikki nakran stóran persónligan vinning av hesum. Men eg eri áhugaður í at fjálga um vinnulívið í økinum og eri góður við Fuglafjørð, sigur Sigurð S. Simonsen.

 

Hann heldur tað vera náttúrligt, at Fuglafjørður verður vertur fyri einum uppsjóvarvirki, tí einasta verksmiðjan, sum tekur ímóti uppsjóvarfiski, eisini liggur har.

 

- Fuglafjørður hevur hesi seinastu 48 árini, síðani Havsbrún kom, verið tann pelagiski miðdepilin í Føroyum. Tann vinnan hevur givið lív til fleiri aðrar fyritøkur og virksemi í fyritøkum, sum vóru her frammanundan. So fyri Fuglafjørð og alt økið her hevur Havsbrún verið høvuðslívæðrin, sigur Sigurð S. Simonsen.

 

Les stórt tema um uppsjóvarvinnuna í Sosialinum ídag, har millum annað verður tosað við Sigurð S. Simonsen, stigtakara til uppsjóvarvirkið í Fuglafirði. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.