Føroyingur ákærdur fyri at háða og niðra muslimar

So vítt vit vita, er hetta fyrstu ferð, ein føroyingur er ákærdur fyri at bróta tiltiknu grein 266b í revsilógini

Nú skal ein føroyingur í rættin, har hann er ákærdur fyri at hava brotið ta tiltiknu grein 266b í revsilógini.

Og so vítt vit vita, er hetta fyrstu ferð, ein føroyingur er ákærdur fyri at hava brotið hesa lógargreinina.

Í hesum føri er maðurin skuldsettur fyri at hava verið niðrandi og háðandi imóti tveimum fólkum av útlendskum uppruna í einum matarstaði í Havn í januar í fjør.

Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, sigur, at tá ið talan er um brot á lógargreinina 266b, skal málið leggjast fyri ríkisadvokatin, og í hesum føri var ríkisadvokaturin samdur í, at grundarlag var fyri at reisa ákæru í málinum.

Tað er síðani gjørt og í næstum skal maðurin sostatt í rættin, har ákærin fer at leggja upp til, at hann skal fáa eina bót.

Í hesum føri hevur maðurin sagt við fólkini bæði, at hann hatar allar muslimar. Hann segði eisini við tey, at muslimar er eitt lorta fólkaslag, og at allir muslimar skuldu verðið tveittir av landinum, tí teir bara útnytta Danmark. Hann segði somuleiðis við tey, at muslimar standa fyri øllum kriminaliteti í Danmark og Svøríki.

Hann er eisini skuldsettur fyri at hava verið niðrandi og háðandi ímóti teimum við fleiri øðrum útsøgnum.

Tilburðurin varð meldaður til løgregluna, sum tók málið upp og nú er er ákæra so reist.

Grein 266b í revsilógini, sum maðurin er ákærdur fyri at hava brotið, er soljóðandi:

»Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.«