Føroyingur skavaði seg til eina millión

Føroyingur vann um dagarnar eina millión krónur í skavispæli

Ein persónur í Føroyum, sum keypti eini skaviseðil á Effo støð í Havn, hevur vunnið eina millión krónur.

Tað boðar Danske Spil frá í morgun.

Sambært Danske Spil fekk føroyingurin allar tríggjar rútarnar í spælinum eins, og tað hevði við sær, at hann vann størst møguliga vinning í spælinum – eina millión krónur skattafrítt.

– Persónurin skuldi fylla tangan á bilinum, men endaði við at fylla sær lummarnar við pengum eisini, sigur Danske Spil.

Føroyingurin keypti ein seðil í spælinum »Million Quick«, sum Danske Spil skipar fyri.