Føroysk ætlan fær næstan 19 milliónir í stuðuli úr ES

Hetta er ein slóðbrótandi verkætlan, sum skal minka um oljunýtsluna

 

 

Føroyska orkufelagið SEV og svenska fyritøkan, Minesto, hava nú fingið slakar 19 milliónir í stuðuli úr Horizon 2020 grunninum hjá ES. Hetta er tað mesta, sum verður latið til einstakar verkætlanir.

SEV boðar frá, at peningurin skal brúkast til at menna sjóvarfalsorku í Føroyum og tey  siga frá Martin Edlund, forstjóra í Minesto, talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, sum ES við hesum vísir, at tey hava álit á.

##med2##

Talan er um eina verkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, og stuðulin skal brúkast til at seta tveir drekar út í Vestmannasund. Endamálið er so, at drekarnir skulu gera orku úr sjóvarfallinum og hetta er royndarverkætlan, SEV og Minesto formliga hava samstarvað um síðan november í fjør.

SEV sigur, at alt eftir hvussu tøknin hjá Minesto roynist, kann sjóvarfalsorka gerast ein virðismikil og bíligur partur av elorkuni í Føroyum, sum skal vera 100% burðardygg á landi í 2030.

Ætlanin er, at drekarnir frá Minesto, sum hava eitt veingjaspenni upp á fimm metrar, verða settir út í Vestmannasund næsta ár.

SEV sigur at veitarar úr øllum heiminum hava víst stóran áhuga í at vera at við í verkætlanini í Føroyum.

##med3##

– Øll arbeiði verða boðin út á altjóða marknaðinum, og í løtuni savnar Minesto tilboð frá veitarum um at stoypa sjálvt fundamentið, sum skal halda drekunum.

Tórfinn S. Simonsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, sigur, at hetta er ein verkætlan, sum kann fáa rættuliga stóran týdning fyri, hvussu samansetingin av grønu orkukeldunum verður, tá 100% av elorkuni á landi verður úr varandi orkukeldum í 2030.