Føroysk kryddsild fæst nú í handlunum

Sildin er veidd av føroyskum skipum, og hon er skorin, saltað og kryddað á Tavuni í Leirvík.

 

Tað var tann tíð, tá Bakkafrost á Glyvrum skar, saltaði og kryddaði sild, sum varð seld í gløsum kring um landið. Men, tað eru mong ár síðan, at tað helt uppat.

Nú er so aftur føroysk sild á marknaðinum, veidd í norðurhøvum og virkað á Tavuni. Á Tavuni í Leirvík er sildin skorin til flak og í bitar, og síðan er hon kryddað í tunnur.

Tavan hevur samstarv við kenda fyritøku í Svøríki, sum gjøgnum fleiri ættarlið hevur virkað sild, og svenska fyritøkan er kend fyri dygdarvørur á marknaðinum.

Sildin, sum nú fæst í handunum í Føroyum, hevur sín uppruna í norðurhøvum; hon er veidd av føroyskum skipum og skorin, saltað og kryddað á Tavuni í Leirvík.

##med2##

Johan Mortensen við tveimum leskiligum norðhavssildum.