Nú eri eg blivin kend

- Eg merki væl, at fólk kenna meg aftur. Tá eg gangi úti, koma fólk yvir at heilsa uppá og spyrja um autograf, sigur Jasmin Dahl, sum er finalistur í danska X-Factor

- Eg merki væl, at fólk kenna meg aftur. Tá eg gangi úti, koma fólk yvir at heilsa uppá, og tey spyrja um autograf.

Soleiðis sigur 15 ára gamla Jasmin Dahl, sum er annar sangarin í bólkinum Anthony Jasmin.

 

Jasmin hevur føroyska familju og er obligatoriska føroyska umboðið í donsku X Factor kappingini hesaferð.

Fríggjakvøldið er finalan í X-Factor, og tá skal Jasmin enn einaferð á pall saman við Anthony.

- Eg eri nervøs, men samstundis gleði eg meg eisini ordiliga nógv. Vit fara ikki at gera nakað serligt ella annarleiðis við okkara framførslum fríggjakvøldið, hóast tað er finalukvøld. Vit skulu bara gera, sum vit plaga, og dríva á, sigur Jasmin.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jasmin greiða frá, hvussu tað hevur verið, at verið við í X-Factor og hvørjar ætlanir hon og Anthony hava við tónleikinum, tá X-Factor er liðugt.