Eik Grunnurin aftur á tingborð

Hóast løgmaður lovaði, at »hvør steinur skal vendast í málinum um Eik Grunnin«, so vil løgtingið ikki játta pengar. Tí hevur Kristina Háfoss sett løgmanni skriftligan fyrispurning um málið.

Hóast løgmaður lovaði, at »hvør steinur skal vendast« í málinum um Eik Grunnin«, so vil løgtingið ikki játta pengar. Tí hevur Kristina Háfoss sett løgmanni skriftligan fyrispurning um málið.

 

Kristina Háfoss spyr nú løgmann, hvat hann fer at gera fyri at tryggja, at øll viðurskifti í sambandi við Eik Grunnin verða kannað. Tað ger hon í  einum skriftligum spurningi, sum verður settur løgmanni.

 

Hon spyr eisini, um løgmaður heldur, at tað er møguligt at hava eitt trygt eftirlit við grunnum, um neyðug fíggjarorka ikki verður sett av, tá eftirlitsmyndugleikin vísir á, at tørvur er á, at gera kanningar. Eisini vil hon hava at vita, um løgmður fer at taka stig til at fáa sett neyðuga peningin av til at fáa gjørt kanningina av Eik Grunninum lidna.

 

Hon spyr eisini um løgmaður verið vitandi um, at málið skjótt fór at verða fyrnað, og at tað tí var neyðugt at arbeiða skjótt og at seta neyðugu fíggjarorkuna av, um málið skuldi kunna reisast í rættinum. Og um nøkur kanning fer at verða gjørd av, hvørt Skráseting Føroya hevði neyvt og rætt eftirlit við Eik Grunninum, áðrenn gamli Eik Banki fór á húsagang.

 

Síðani spyr honum, um løgmður metir, at landsstýrið og samgongan higartil hava røkt sína skyldu, tá umræður at fáa framt neyðuga eftirlitið – samsvarandi lóg um vinnurekandi grunnar – tá umræður eftirlit við Eik Grunninum.

 

Kristina Háfoss vísir á, at ábyrgdin av at hava eftirlit við vinnurekandi grunnum í Føroyum er hjá Skráseting Føroya. Fyri at tryggja, at hetta eftirlit riggar til fulnar, heldur hon at tað er alneyðugt, at stovnurin fær møguleika at gera tær kanningar og at fremja tey eftirlit, ið tørvur er á. So hevur ikki verið í samband við Eik Grunnin.

 

– Hetta ger seg enntá galdandi hóast ovasti leiðari landsins, løgmaður, alment hevur fráboðað, at »hvør steinur skal vendast« í málinum um Eik Grunnin«, sigur Kristina Háfoss í viðmerking til spurningin.

 

– Tað er alneyðugt, at vit øll kunnu hava fult álit á tí eftirliti, ið er við grunnum í Føroyum. So verður ikki, um eftirlitið ikki fær neyðugu fíggjarorkuna at røkja sína uppgávu. Uttan mun til um málið nú er fyrnað ella ikki, so hevur tað avgerandi týdning fyri Føroyar sum rættarsamfelag og rættarkensluna, at kanningararbeiðið hjá Skráseting Føroya verður gjørt liðugt, sigur hon og vísir á, at Skráseting Føroya hevur víst á fleiri viðurskifti, ið eiga at verða nágreinað og lýst nærri, men at neyðuga fíggingin til at gera hetta liðugt, ikki er tøk. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi.

 

– Hóast vit ikki fáa broytt fortíðina, so kunnu vit læra av hesi. Tað er tí neyðugt at fáa staðfest til fulnar, hvat fór fram í Eik Grunninum, og eisini um eftirlitið við hesum grunni var nøktandi. Fáa vit ikki staðfest hvat fór fram, er meira sannlíkt at líknandi støður fara at endurtaka seg í framtíðini. Tað má ikki henda, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.