Føroysk songkvinna tráspæld á danskari rás

Songkvinnan fegnast um stóra møguleikan

Brimheim hevur tikið listarnavnið eftir mammu sína

Brimheim hevur tikið listarnavnið eftir mammu sína

Hesa vikuna hevur songkvinnan Brimheim verið tráspæld á best umtóktu donsku útvarpsrásini, P3 hjá Danmarks Radio.

Hvørja viku hevur rásin ein sang, tey kalla »Ugens uundgåelig«, og hesin sangur verður nógv spældur alla vikuna. Hesa vikuna hevur »Exquisite Bliss« verið sangurin, sum ikki slepst undan, og tað er stór álitisváttan til Brimheim.

– Tað er sum ein dreymur, at »Exquisite Bliss« er mest spældi sangur á størstu útvarpsrásini hesa vikuna, skrivar Brimheim á facebook.

Helena Heinesen Rebensdorff hevur tikið listanavn eftir mammu sína Elin Brimheim Heinesen. Í fjør gav Brimheim út eina EP, »Myself Mispelled«, og hendan útgáva hevur fingið sera góð ummæli í fleiri donskum miðlum. Sangurin »Exquisite Bliss« er helst tann sterkasti á útgávuni, og hann hevur nú veruliga fingið flog í donskum útvarpi.

Áður hevur danska tónleikatíðarritið Gaffa hevði kosið Brimheim til at vera eitt av teimum nýggju tónleikanøvnunum í Danmark, sum veruliga kann fara at vinna fram í ár – og árið er í øllum førum byrjað flúgvandi hjá Brimheim.

Brimheim hevur tikið listarnavnið eftir mammu sína