Føroysk stórtalent vunnu steypakappingina - Móti eldri leikarum

Teir tríggir U16-leikararnir á SHEA-akademinum vunnu U18-steypakappingina

U16-liðið hjá Skanderborg

U16-liðið hjá Skanderborg

Nógv hevur verið tosað um 02-árgangin í føroyskum manshondbólti. Leikaratalið hjá dreingjum 16 og 18 í Føroyum fall sera nógv, tá flestu av profilunum í deildini fóru av landinum at royna seg.

 

Av teimum vóru tríggir ungir hoyvíkingar, ið fóru niður at royna seg á hondbóltsskúlanum, SHEA, í Skanderborg.

SHEA er ikki bara einhvør skúli. Tað er ein av torførastu hondbóltsskúlunum at koma á, og har eru millum annað leikarar sum Jóhan á Plógv Hansen mentir.

 

Men avbjóðingina hava teir tríggir føroyingarnir í Skanderborg sanniliga tikið ímóti. Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen eru fastir í byrjanaruppstillingini á bæði  U16 og U18-liðnum.

 

Í dag kom so størsta úrslitið higartil hjá teimum, og tað hevur vakt ans. Við U16-liðnum vann Skanderborg steypakappingina fyri U18 í Jútlandi, ið verður met sum tann sterkara millum Jútland og Sæland.

 

-"U16 dreingirnir vunnu gull í Elite Cup steypakappingini fyri U18 - ja tú læs rætt",  skrivar SHEA Håndbold á Facebook eftir sigurin.

Facebook-síðan hjá SHEA fegnast eisini um at mansliðið hjá Skanderborg spældi seg í steypafinaluna í dag. Og har er vert at leggja til merkis at føroyingarnir hava eisini vant nakað við hesum monnum, ið eru millum teir frægastu í Danmark.

 

 

 

Í stuttari viðmerking við In.fo eftir dystin, sigur ein lítillátin Elias Ellefsen á Skipagøtu: "Tað gekk fínt hjá mær, men tað var ikki mín besti dystur", og leggur afturat at Hákun West á Teigum spældi ein góðan dyst.

Pauli Jacobsen meiddi sær fótin tá ið Skanderborg-liðið var á venjingarlegu í Føroyum í januar, so hann spældi ikki finaluna.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu leggur afturat at teir eru sera stoltir, tí at teir høvdu ikki væntað at vunnið allar dystirnar móti teimum 18 ára gomlu. Men tað gjørdu teir altso.

Tí munnu føroyingarnir og Skanderborg-liðið vera favorittar í U16-deildini, og teir hava eisini spælt seg í til Final-4 endaspælið í landskappingini. Hetta verður leikt síðst í apríl.