- Fleiri og fleiri velja gravsteinar, sum eru framleiddir í Føroyum úr føroyskum basalti, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen.

Føroyska basaltið er ein góð rávøra

Á Føroya Grótvirki í Skopun merkja teir ein veksandi eftirspurning eftir gravsteinum úr føroyskum gróti.

 

- Fleiri og fleiri velja gravsteinar, sum eru framleiddir í Føroyum úr føroyskum basalti, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen.

 

Eftir at brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, tóku yvir grótvirkið í 2013, hava teir eisini sæð, at fleiri og fleiri velja gravsteinar, sum eru framleiddir í Føroyum úr føroysku rávøruni.

- Føroyska basaltið er sera vælegnað til framleiðslu av gravsteinum, og í Høvdarhaga í Skopun vísir tað seg, at basaltið er av serliga góðum slag.

Brøðurnir vísa á, at tað, sum ger, at basaltið her er serliga gott, er, at tað er passaliga bleytt, og lítið er av poknum í grótinum. 

- Hetta ger, at grótið er gott at arbeiða við, og tá tað verður hápolerað, fær tað ein sera vakran svartan lit, siga teir.

Á Føroya Grótvirki verður einamest arbeitt við føroyska basaltinum.

- Vit hava egið grótbrot, og her verður borað og sprongt, og tað er her, at vit fáa okkara rávøru, siga Heini og Høgni Tausen.

Á virkinum í Skopun verða hesir klettar, sum viga upp í eini 30 tons, skornir sundur og arbeiddir til eitt nú gravsteinar.

- Hetta ger, at vit á virkinum kunnu framleiða øll hugsandi snið av gravsteinum. Her eru eisini fleiri møguleikar, tá ræður um framsíðuna á gravsteininum.

Lagt verður aftrat, at framsíðan eitt nú kann verða vanligt skorin, brend, slípað ella hápolerað. 

Tað er tó í størstan mun tann hápoleraða framsíðan, sum verður umbiðin til gravsteinar.

##med2##

Heini og Høgni Tausen vísa á, at ofta verður gravsteinurin høgdur til. Tað merkir, at sniðið á gravsteininum soleiðis fær ein høgdan kant.

- Hetta ger eisini, at sjónliga grótið kemur meira fram aftur á gravsteininum, siga brøðurnir á Føroya Grótvirki í Skopun.

Í Sosialinum mikudagin var tema - nevnt Seinsta heilsan - og her vóru fleiri forvitnisligar samrøður við fólk og fyritøkur, sum arbeiða við tænastum í hesum sambandi.

- Fleiri og fleiri velja gravsteinar, sum eru framleiddir í Føroyum úr føroyskum basalti, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen.