Føroyskar fartelefonir trupulleikar uttanlands

Í løtuni eru trupulleikar hjá teimum, sum eru uttanlands við føroyskum fartelefonum. Sambært Føroya Tele uppliva kundar vánaligt ella einki fartelefonsamband uttanlands.

– Talan er bæði um data, sms og talu. Arbeitt verður upp á trupulleikan, sigur Føroya Tele, sum biður fólk halda teimum tilgóðar.

Enn er trupulleikin ikki loystur.