TIÐINDI     SOSIALURIN

Lív má koma aftur í bygdina

- Tað er neyðugt at fólk sleppa at byggja her, soleiðis at bygdin kann mennast enn meiri, sigur 67 ára gamli Martin Nielsen í Vatnsoyrum.

Líkt er til, at okkurt fer at henda á hesum øki: Í næstum verður væntandi farið undir útstykking fyri fleiri grundøkjum í bygdini.



Vatnsoyrar: Tað er vindur og kalt uttandura, og eitt grovt kavaæl er júst farið framvið.

Hetta er ein vanligur dagur í apríl mánaði, og Sosialurin eru á vitjan í Vágum.

Skilligt er, at fá fólk hætta sær út eina slíka løtu. Men tað er kortini ein maður, sum er farin út fyri dyr henda dagin - tann nú 67 ára gamli Martin Nielsen úr Vatnsoyrum.

Hann er góður við kríatúrini, og hóast hitastigini eru stutt omanfyri frostmarkið, so mugu hesi ikki gloymast.

- Nei, tað verður helst nakað enn, áðrenn summarið kemur, sigur hann við einum brosi.

Við okkum í bili okkara - Snodda - hava vit ein annan mann, nevniliga Napolion Magnussen úr Miðvági.

Felags fyri teir báðar er, at tann fyrrnevndi hevur verið borgarstjóri í Miðvágs kommunu, sum eisini fevnir um Vatnsoyrar. Í løtuni er tann seinni borgarstjóri í kommununi.


Harmilig gongd

Hóast tað er kalt í veðrinum, verður steðgað á til eitt lítið prát. Teir báðir munnu hava okkurt felags at tosa saman um.

Vit standa beint frammanfyri fyrstu húsini í bygdini, sum vórðu bygd so langt afturi sum í 1921. Og á hesum søguliga staði, skifta teir báðir orð um gamlar dagar, dagin í dag og framtíðina hjá hesi bygdini.

Vatnsoyrar er einasta føroyska bygdin, sum ikki hevur atgongd til havið. Samstundis liggur størsta vatnið beint við bygdina - Sørvágsvátn.

Millum hvøssu kavaælini henda dagin í apríl mánaði, kann Martin skoða rundan um seg í bygdini - og hann kann staðfesta bæði lív og naggatódn í heimbygdini.

Í bygdini liggur eitt stóra virkið H-dygd, sum framleiðir bæði vindeygu og hurðar til føroyska marknaðin. Samstundis við hesa menningina, kann Martin kortini stutt staðfesta:

- Her er einki hús bygt síðani fyrst í 80'unum. Og tað er sera harmiligt, haldi eg, sigur hann við Napolion.


Búseta seg aðrastaðni

Tørvur hevur verið á grundøkjum, men tað hevur altso ikki eydnast kommununi at útvega fólki øki her í bygdini.

- At ein kommuna kann útvega fólki grundøki, betýðir ómetaliga nógv fyri eina bygd sum okkara.

- Tí mugu vit bara staðfesta, at fólk hava búsett seg aðrastaðni, hóast tey so inniliga høvdu viljað bygt her í Vatnsoyrum, sigur fyrrverandi borgarstjórin ikki sørt harmur á málinum.

Millum hesi teljast tveir synir hansara, sum eftir øllum at døma høvdu viljað bygt her.

Fólkatalið í bygdini hevur helst eisini verið merkt av hesum tørvinum: Í 1985 - stutt eftir at seinastu húsini vórðu bygd - búðu 62 fólk í bygdini og í 2003 bert 39. Hin 1. februar í ár talið tó komið uppá 54.

Hinvegin so verður fólkatalið í bygdini fleirfaldað, tá legur og onnur tiltøk verða hildin í leguhúsinum Zarepta, sum Brøðrasamkoman bygdi í 1967.


Lív í

Napolion greiðir frá nøkrum av teimum ætlanunum, sum kommunan er í holt við í løtuni.

Her er talan um ætlanir, sum eisini fevna um bygdina, vit eru staddir í, m.a. við kloakk og vatngóðsku.

Fleiri viðurskifti eru fingin uppá pláss, meðan onnur eru í gerð. So seint sum í farnu viku fingu børnini í bygdini ein nýggjan sparkivøll av sama slagi, sum tann ið leggjast skal í Miðvági.

Beint frammanundan samrøðuni millum borgarstjórarnar báðar hava vit tosað við ein mann, sum ætlar sær at byggja sethús í bygdini. Hesin hevði sent umsókn til bygdaráðið fyri langari tíð síðani um eitt grundøki, men tað tók sína tíð at fáa svar.

Positiva svarið til hansara var, at gongur alt sum ætlað, kann hann vænta at byrja at byggja síni egnu sethús innanfyri eitt ár.

- So tú sært, Martin, at her fer at koma lív í aftur, sigur Napolion bjartskygdur.

- Ja, tað man treingja til, svarar hin stillisliga aftur.


Skapa trivnað

Tað var júst hetta sum Martin, hóast komin væl til árs, somuleiðis er upptikin av: At heimbygd hansara má mennast uppaftur meiri í framtíðini.

Hann roynir eftir førimuni at fylgja við í tí, sum hendir innan kommununa og vil fegin geva av vitan síni, um tað skuldi verðið neyðugt.

Sjálvur vil hann ikki geva annað ráð til tann núverandi borgarstjóran enn, at ein altíð eigur at vera varin við tí fíggjarliga partinum.

- Endamálið hjá kommunalu politikkarunum er at skapa trivnað í bygdini, soleiðis at hon kann menna seg.

- Men ein eigur tó altíð at ansa eftir, at javnvág er í. Nógvar kommunur hava helst følt á egnum ryggi, hvørja ávirkan ein alt ov stór lánibyrða hevur havt, sigur Martin.