Hesir báðir fáa skyldina

Fleiri flokkar kæra núverandi og fyrrverandi forsætisráðharrarnar í Svøríki fyri at hava skyldina av flóttafólkakreppuni í landinum.

Núverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, og undanmaður hansara, Fredrik Reinfeldt (Mynd: Polfoto)

Núverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, og undanmaður hansara, Fredrik Reinfeldt (Mynd: Polfoto)

Tað er stutt millum kærurnar, sum í hesum døgum verða lagdar fyri svensku grundlógarnevndina um vanrøkt av flóttafólkakreppuni, ið hevur rakt Svøríki hart.

Fyrr í vikuni er núverandi forsætisráðharrin, Stefan Löfven, kærdur fyri nevndina av tingfólkum hjá teimum moderatu, og eisini hava tingfólk hjá javnaðarflokkinum kært fyrrverandi forsætisráðharran, Fredrik Reinfeldt.

Í báðum førum siga kærurnar til grundlógarnevndina, at teir hava vanrøkt sínar skyldur í sambandi við flóttafólkakreppuna, og mótstøðufólkini geva teimum hvør í sínum lagi skyldina fyri ta støðu, Svøríki er komið í.

Nú hava Svøríkisdemokratarnir, ið hinir flokkarnir einki vilja hava við at gera, eisini kært báðar tveir, tí flokkurin heldur, at bæði sitandi stjórn og undanfarna hava rikið sama politikk, ið nú er endaður við eini kreppu.

- Báðar stjórnir hava skyldina av støðuni, sum hon er, men vit halda, at nú er tíðin komin, at grundlógarnevndin kannar til botns, hvat er hent og ikki og hvør hevur gjørt hvat og ikki, sigur SD-tingmaðurin, Jonas Millard.