Føroyskir urmakarar hóttir við rættarsak um listaverk

Listamaðurin Tal R vil ikki, at listaverkið Paris Chic verður skorið í smáar skivur til at leggja inn í ur.

Føroyingarnir Dann Thorleifsson og Arne Leivsgard hava fingið boð frá sakføraranum hjá danska listamanninum, Tal R, at steðga teir ikki við ætlanunum at skera listaverkið Paris Chic í stykkir, so fær hetta rættarligar avleiðingar.

Við felagnum Letho hava teir báðir Arne Leivsgard og Dann Thorleifsson keypt eitt stóran listamálning hjá Tal R, ið teir ætla at klippa smáar skivur burturúr, ið síðani verða settar inn sum skivur úr ur teirra.

 Tað er ikki follið í góða jørð hjá Tal R, at Paris Chic frá 2017 verður klipt sundur, og sakførarin hevur tí gjørt Letho greitt, at steðgar ætlanin ikki, verður farið víðari við málinum umvegis rættarskipanina.

-  [...] med mindre jeg har modtaget den udbedte bekræftelse senest kl. 9 i morgen, tirsdag 12. november 2019 vil der uden yderligere varsel blive taget alle relevante retslige skridt til at sikre, at det ulovlige projekt ikke gennemføres, skrivar advokaturin hjá Tal R í boðunum til felagið Letho.

Um møguligu stevningina sigur Dann Thorleifsson, at teir báðir hava størstu virðing fyri Tal R og Paris Chic, men at teir báðir hava fullan rætt at nýta verandi list til at skapa nýggja list.

- Har eru fleiri dømi í listasøguni, har listaverk verða umskapt, og tað er ein fortreyt fyri list, at tú kanst byggja víðari á eina forteljing við at broyta upprunaliga skapið á einum listaverki.