Føroyskir ursmiðir sleppa ikki at skera ein málning sundur

Rætturin hevur felt dóm í málinum og listamaðurin fær viðhald

Arne Leivsson við listarverkinum, sum ætlanin var at skera sundur í smápetti. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Arne Leivsson við listarverkinum, sum ætlanin var at skera sundur í smápetti. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Føroysku ursmiðirnir, Arne Leivsgard og Dann Thorleifsson, sleppa ikki at klippa ein málning sundir við tí endamáli at brúka hann at gera ur burtur úr tí. Ætlanin var annars at gera 300-400 ur, og at selja tey fyri 10.000 krónur hvørt.

Tað hevur Sjó - og handilsrætturin í Danmark nú gjørt av, skrivar Ritzau.

Annars høvdu teir keypt ein málning, sum listamaðurin, Tal R, hevðu málað. Teir høvdu keypt hann fyri 600.000 krónur, tí hann skuldi skerast sundur og brúkast til urskivur.

Listamaðurin dróg føroysku ursmiðirnar í rættin og í morgun hevur rætturin felt dóm í málinum. Og niðurstøðan er, at teir sleppa ikki at klippa málningin sundur.

Niðurstøðan hjá dómaranum er, at tað er brot á upphavsrættin hjá listamanninum, at málningurin verður kliptur sundur ímóti hansara vilja.

Tal R er ein av kendastu listamonnum í Danmark, og hann er eisini kendur uttanlands og hann sigur, at tað fall honum fyri bróstið, at føroysku ursmiðirnir ætlaðu at tjena pengar upp hansara listarverk.

Føroysku ursmiðirnir hava sagt við danskar miðlar, at ætlanin var at skapa nakað nýtt, og sostatt var ætlanin ikki at kopiera eitt listaverk.

Arne Leivsson við listarverkinum, sum ætlanin var at skera sundur í smápetti. Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix