Føroyskt Hotel á lista yvir vóngevandi upplatingar

Á einum lista við 20 hotellum í heiminum, ið eru serstøk og geva áhugaðum vónir, eru 4 teirra í Skandinavia. Eitt í Keypmannahavn, tvey í Svøríki og eitt í Føroyum - í Havn.

Tað er enska avísin Evening Standard, ið hevur kannað málið og gjørt listan.

Eftir at umrøða Villa Copenhagen, sum letur upp í apríl komandi ár, vendir avísin sær noðrureftir og umrøður Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Um hotellið verður sagt, at hetta er Føroya fyrsta hotel sum er við í altjóða hotelsamstarvi.

Sagt verður, at hotellið hevur 131 rúm, og leggur í gangifrástøðu frá bryggjuøkinum í Havn, og at útsýnið er yvir urtagarð og at dentur er lagdur á burðardygd. Sagt verður eisini, at hotellið er bygt í samstarvið við Atlantsflog.

Greinin sæst her: 

standby.dk/danske-hoteller-paa-liste-over-lovende-aabninger-i-2020/;