Føroysku sjúkhúsini skulu hava nýggj nøvn

Í hesum sambandi skipar Heilsumálaráðið nú fyri einari navnakapping

Føroysku sjúkhúsini skulu hava nýggj nøvn. Í hesum sambandi skipar Heilsumálaráðið nú fyri einari navnakapping.

– Nýggju nøvnini skulu knýta tey trý sjúkrahúsini saman. Tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini (t.d. Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri) – ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Einasta treytin er, at nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum rigga saman. 

Virðislønin er samlað kr. 10.000 – umframt stóra heiðurin at hava givið føroysku sjúkrahúsunum navn.

Umframt einfalt orðfimi skulu nýggju nøvnini lúka hesar treytir:

  • Tey skulu falla væl og ikki vera ov long
  • Uppskot skulu latast inn við frágreiðing um, hví nøvnini eru hóskilig

Freistin at senda inn uppskot er 12. juni 2020 kl. 12. Síðan verða uppskotini viðgjørd, og vinnandi nøvnini kunngjørd seinast í julimánaði.

Uppskot til navnakappingina kunnu latast sjúkrahúsunum á Tvøroyri, Klaksvík ella í Havn í afturlatnum brævbjálva. Merk brævbjálvan “Navnakapping”. Uppskot kunnu eisini verða send við telduposti til [email protected]

Nevndin, ið metir um uppskotini, er mannað við sjúklingaumboðum, umboðum úr sjúkrahúsverkinum og málkønum. Nevndin letur landsstýrismanninum í heilsumálum tilmælini, síðan tekur hann støðu til nýggju nøvnini.