Føroyskur banki fær virðisløn í Danmark

Á einum øki er hann tann besti í ríkinum

BankNordik var í uppskoti at vinna tvær virðislønir á ráðstevnuni, Årets Digitale Finansvirksomhed, sum FinansWatch og Wilke skipa fyri.

Og nú er greitt, at BankNordik hevur fingið fyrstu virðisløn fyri at hava ta bestu talgildu loysnina til viðskiftafólkini, og samstundis fekk hann aðru virðisløn, tá ið ársins talgilda fíggjarfyritøka varð vald. Tað er í bólkinum fyri miðalstórar bankar, at bankin fekk hesar virðilønirnar.

BankNordik sigur í eini fráboðan í dag, at í ár er tað fimta ferðin, at ráðstevnan varpar ljós á talgildu menningina í danska fíggjargeiranum.

Á ráðstevnuni fáa fíggjarfyritøkur viðurkenning fyri tey bestu avrikini í sambandi við at geva viðskiftafólkum góðar talgildar loysnir.

Tað, sum gjørdi sítt til at Bankin fekk virðislønirnar, er arbeiðið við nýggja netbankanum, sum verður tøkur næsta ár. Bankin sigur, at tey ivast ikki í, at nettupp talgilda menningin fer at fáa stóran týdning fyri virksemið.