Føroyskur laksur eitt fantastiskt brand

- Sølan á danska marknaðinum er nógv vaksin undir korona-kreppuni, sigur Jógvan Martin Hansen hjá Norðfra í Leirvík.

 

 

 

Fiskavirkið Norðfra í Leirvík selur umleið 80 prosent av sínari framleiðslu í Føroyum, meðan hini umleið 20 prosentini verða seld í Danmark, har tveir fiskabilar koyra runt landið við føroyskum fiskavørum.

Jógvan Martin Hansen sigur, at sølan í Danmark gongur beint upp eftir, sum hann tekur til. Norðfra Danmark hevur nú selt føroyskar fiskavørur kring um í Danmark í hálvt triðja ár, og sølan er vaksin alla tíðina.

- Sølan er serliga nógv vaksin, síðan korona-kreppan tók seg upp, og nógv fóru at halda seg innandura. Orsøkin er helst, at fólk jú fáa vørurnar koyrdar til dyrnar, og tískil nýtist teimum ikki at fara í handlarnar at keypa.

Umframt, at Norðfra Danmark hevur tveir fiskabilar, sum eftir ávísari skipan koyra um meginpartin av danska fastlandinum, verða fiskavørur hjá Norðfra eisini seldar í ávísum Quickly og Spar-handlum í Danmark.

Tað, at matstovuvinnan hevur ligið í andaleypi hesar seinastu vikurnar, hevur soleiðis ikki minkað um søluna hjá Norðfra í Danmark, tí meginparturin eru privat viðskiftafólk, ið bíleggja sær vørur, sum síðan verða koyrdar til dyrnar.

- Vit røkka alt Danmark, har tað er landafast, og fiskabilur hjá Norðfra er eitt nú í Keypmannahavn hvønn mikudag og á Jútlandi hvønn týsdag. Síðan verður koyrt kring um landið, umframt at koyrt verður eisini eftir tørvi.

Jógvan Martin Hansen vísir á, at nógvir stovnar í Danmark bjóða út veitingar av eitt nú matvørum yvir nøkur ár, og tískil kann tað í løtuni vera trupult at sleppa inn á tann marknaðin. - Vit hava fleiri føroyskar kokkar í Danmark, og tað eru soleiðis fleiri smærri matstøð, sum keypa føroyskar fiskavørur frá Norðfra.

Men, samanumtikið er tað serliga privatkundar, sum keypa fiskavørur frá Norðfra Danmark. - Vit vita, at tað eru nógvir føroyingar í Danmark, sum keypa vørur frá okkum, og vit vita eisini, at tey eru mong, sum kenna føroyingar, sum keypa vørur frá okkum, sum eisini eru farin at keypa føroyskt.

Bilarnir hjá Norðfra Danmark koyra mangan langar dagar, og tað er ikki so sjáldan, at dagurin byrjar klokkan 04 um morgunin og endar klokkan 20.

Norðfra Danmark hevur eisini roykjarí í Danmark, har føroyski laksurin verður royktur og seldur viðskiftafólki kring landið, og Jógvan Martin Hansen dylur ikki fyri, at føroyskur laksur er eitt fantastiskt brand, sum hann tekur til.