(Myndir: Slow Food Føroyar)

Føroyskur matur í miðdeplinum á stórum matmarknaði

Í básinum hjá Slow Food Føroyum og Útoyggjafelagnum var møguleiki at hitta hugagóðar framleiðarar og keypa dygdarmatvørur úr Stóru Dímun og Kalsoynni

(Myndir: Slow Food Føroyar)

Í gjár var stórur føroyskur matmarknaður á torginum í Fuglafirði í sambandi við Mentanardagarnar, sum eru hetta vikuskiftið. Á matmarknaðinum luttóku virkir, feløg og einstaklingar við endamálinum at vísa og selja alskyns sløg av matvørum.

Millum tey luttakandi vóru eitt nú Slow Food Føroyar og Útoyggjafelagið. Í básunum hjá teimum var møguleiki at hitta føroyskar matframleiðarar og smakka lokalar gloypubitar úr Stóra Dímun og Kalsoynni.

##med2##

##med3##

Á myndini oman fyri stendur Sunniva G. Mortensen, sum er umboð fyri Slow Food Føroyar. Hon sigur, at tey sera nøgd og fegin um tiltakið leygardagin.

- Veðrið var avbera vakurt og undirtøkan var sera góð. Nógv fólk, bæði ung og gomul, vitjaðu matmarknaðin. Tað var sera hugaligt at síggja hvussu nógvar ymiskar rávørur og matvørur, ið vóru til sølu í básunum, sigur hon.

##med4##

##med5##

Sunniva G. Mortensen, sum er útbúgvin fólkalívsfrøðingur, heldur, at tílíkir marknaðir hava sera stóran týdning fyri lokalu matmentanina.

- Um tú fert til handils í Føroyum, so er torført at bera eyga við føroysku vørurnar millum allar tær innfluttu vørurnar. Soleiðis er ikki á matmarknaðinum. Her síggja, lukta, smakka og tosa vit um føroysku rávøruna. Hon er í miðdeplinum. Somuleiðis er marknaðurin eitt hugnaligt stað at hitta tey dugnaligu og røsku fólk, ið framleiða og selja hesar føroysku rávørur, sigur Sunniva G. Mortensen.

##med6##

##med7##

Dímunargarðurin, Útistovugarðurin og Uppistovugarðurin seldu røtur, kál, kjøtpylsur, drýlar, neytatungu, blóðmør, hvannsalt, rabarbusúltutoy, -sirop og -saft.

##med8##

##med9##

##med10##

(Myndir: Slow Food Føroyar)