Føroyskur skipari setur met í Grønlandi

Men tað kemur ikki óvart á skiparan á størsta trolara í Grønlandi

Avataq á Havnini fyrr í ár, spildurnýggjur, á veg til Grønlands

Avataq á Havnini fyrr í ár, spildurnýggjur, á veg til Grønlands

Tá ið størsti trolari í Grønlandi, Avataq, kom til Simiut at avreiða mánadagin, hevði hann heili 903 tons av rækjum í lastini.

Skipari á Avataq er Jógvan Tróndarson úr Havn og fyrr í ár var hann á Havnini við spildurnýggja trolaranum á veg til Grønlands, tá ið nógvir hugtiknir føroyingar vóru umborð og undraðust á hetta framkomna fiskifarið.

Hann sigur við Royal Greenland á Facebook, at tað kemur ikki óvart á hann, at tey fóru at fáa meiri enn tey 400 – 500 tonsini, tey plaga at fáa – og nú er tað so veruleiki. Og at koma til lands við 903 tonsum, er met í Grønlandi, tí so nógv hevur eingin avreitt áður.

Avataq er 82,3 metrar langur og 18 metrar breiður og hann lastar 2.850 kubikkmetrar. Tað ger hann til størsta trolara í Grønlandi og hann kann fiska væði rækjur og svartkalva.

Við so stórari last var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann kom til lands við eini stórari last, sigur Royal Greenland á Facebook.

Og fiskiskapurin hevur verið góður, tí hesi 903 tonsini fekk hann upp á tríggjar vikur, sigur Jógvan Tróndarson við Royal Greenland.

Tað eru 24 mans við Avataq og skiparin sigur, at hann er errin av manningini, tí hetta hevur verið ein strævin túrur hjá teimum. Hinvegin sigur hann, at menninir eru glaðir, tí hetta er ein góður túrur, og annars eru umstøðurnar umborð rættiliga nógv betri enn teir eru vanir við.

Grønlendingar byggja alsamt størri trolarar, og skiparin heldur, at tey skulu venja seg við, at teir eisini fáa alsamt meiri Og Jógvan Tróndarson er sannførdur um, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn teir koma inn við enn meiri í lastini.

– Kanska hava vit 1.000 tons í lastini næstu ferð, heldur hann fyri.

Hóast trolararnir verða alsamt størri, verða teir eisini alsamt umhvørvisvinarligari, tí teir eru rættiliga orkusparandi. Eitt, sum ger tað, er, at túrarnir eru longri, so tað skal ikki siglast so ofta aftur og fram at avreiða.

Avataq fór aftur til fiskiskap í gjár.

Avataq á Havnini fyrr í ár, spildurnýggjur, á veg til Grønlands

Jógvan Tróndarson, skipari, á brúnni á Avataq