Føroyskur ungdómur ber umhvørvisboðskap til ST

Føroyskur ungdómur verður nú boðin at vera við til at gera nakað við tað, at ein millión djóra- og plantusløg eru í vanda fyri at verða týnd

 

 

– Norðurlendskar og føroyskar ungdómsrøddir skulu hoyrast, tá Sameindu Tjóðir koma saman at verja heimsins lívmargfeldi, sigur Umhvørvisstovan.

Á ST-fundi í Kina í oktober 2020 skal boðskapurin frá teimum ungu berast fram. Men 24. januar 2020 er høvið hjá ungum í Føroyum at vera partur av hesum týdningarmikla kjaki. Tá kunnu tey koma við á verkstovu, sum Umhvørvisstovan skipar fyri.

Verkstovan varar ein dag, og verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Á verkstovuni verður lært um lívmargfeldi, aktuellu støðuna við hóttum djóra- og plantusløgum, arbeiðið hjá ST higartil og norðurlendska leiklutin. Kjak verður eftir hvørt upplegg, og til endans verður funnið fram til kjarnuboðskapin hjá føroyska ungdóminum. Slíkar verkstovur vera í øllum Norðurlondum, sigur Umhvørvisstovan.

Sum framhald av verkstovunum í Norðurlondum verður ein norðurlendskur ungdómstoppfundur í februar 2020. Úrslitini frá kjakinum verða síðani løgd fram av eini norðurlendskari ungdómssendinevnd, tá londini hittast á ST-fundi í Kina at seta nýggj mál um lívmargfeldi.

– Um allan heim eru ungdómar farnir at krevja, at tiltøk verða sett í verk til at verja okkara jarðarknøtt. Í 2020 skal ein nýggj altjóða avtala fyri náttúru og fólk samtykkjast, ið ásetir mál viðvíkjandi verju og varðveitslu av heimsins lívmargfeldi og vistskipanum. Tað hevur avgerandi týdning, at ungdómurin verður hoyrdur í sambandi við hesar ásetingar, tí avleiðingarnar fara ikki bert at raka verandi ættarlið, men eisini framtíðar ættarlið og lívsgrundarlag teirra, skrivar Umhvørvisstovan.

– Í Norðurlondum vilja vit tryggja, at ungdómurin verður hoyrdur, og tískil hava vit evnað tilfar, ið er ætlað til at økja um ungdómsluttøkuna í arbeiðinum við at seta nýggj mál fyri vernd og burðardygga nýtslu av lívmargfeldi og vistskipanum og harvið tryggja eina nýggja altjóða avtalu fyri náttúruna og heimsins íbúgvar, sigur Umhvørvisstovan.

Øll ung kunnu verða við til verkstovuna, men neyðugt er við tilmelding.