Føroyskur verkfrøðingur í NASA verkætlan

Eitt nýtt Mars akfar verður í løtuni sett saman í Kalifornia, og føroyingur hevur verið partur av tøknismenningini

Tá Mars2020 rúmdarfarið hjá NASA setir seg á Mars í 2021 hevur tað við sær serligt tól, sum skal kanna evnafrøðiligu samansetingina á tilfarinum, ið liggur á jarðskorpuni á Mars.

Tað er eitt toymi á DTU Space, ið hevur gjørt tólið, og ein av teimum í toyminum er havnamaðurin David Arge Klevang Pedersen.

Tøknin, ið toymið hevur ment, kann eisini brúkast á annan hátt, og verður tí eisini brúkt í sambandi við aðrar rúmdarverkætlanir. Um alt gongur eftir vild, so verður framhaldandi eisini samstarvað við NASA og evropeiska ESA í framtíðini.

David er ivaleyst fyrsta føroyska rúmdarvísindafólkið, men tað var í grundini av tilvild, at hann endaði sum tað.

- Tað var eitt sindur av tilvild. Pápi mín arbeiðir innan elektroverkfrøði, og eg hevði altíð hildið at tað var nokk so feitt. Eg var tónleikari, ella tvætlaði eitt sindur við tónleiki, og so helt eg, at tað kundi verið spennandi at gjørt forsterkarar, sigur David.

Les meira um verkætlanina hjá teimum, og um hvussu David endaði sum rúmdarverkfrøðingur í Vikuskiftissosialinum, sum kemur út í kvøld.