- Fólk eru glað fyri at vit eru her

Í løtuni starvast út við 500 fólk hjá Mest-samtakinum, harav 180-200 fólk starvast í høvuðsstaðnum.

 

- Vit hava bara merkt vælvild, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr.

- Vit hava bara merkt vælvild, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr.

 

Onkur býráðspolitikari í Havn hevur tikið til, hvussu lívsjáttandi tað er at síggja glógvandi ljós og hoyra smiðjuljóð av bedingini hjá Mest í Havn, tá menn fáast við sveising og bedingsarbeiði annars.

Stjórin í Mest, Mouritz Mohr, sigur, at tey ongantíð í hansara tíð hava merkt nakað til, at smiðjuvirksemi ikki hevur verið vælkomið í høvuðsstaðnum.

- Vit hava bara merkt vælvild í samband við okkara virksemi, bæði frá borgarum og kommunu, og eg haldi, at fólk sum heild eru fegin um, at slíkt virksemi eisini er í høvuðsstaðnum. Vit merkja einki trýst. Tað er heldur hinvegin, at fólk fegnast, og tað eru vit sera fegin um.

Í longri tíð hava fólk, sum hava ferðast fram við J.C. Svabosgøtu í Havn, sæð, at nógv skip hava staðið uppi á bedingini. Stjórin í Mest vísir á, at nógv bedingsarbeiði hevur verið seinastu tíðina, og soleiðis verður í øllum førum eina tíð enn.

- Men, tað hevur altíð verið soleiðis við bedingsarbeiði, at tú sjáldan veitst, hvat er fyri framman. Onkran dag er fult á bedingini, og nakrar dagar seinni er bedingin tóm. Men, vit vita, at her verður so nakað at gera enn, og eitt nú skulu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, takast upp til vanligt viðlíkahald.

Mouritz Mohr vísir á, at bedingsarbeiði ofta er knýtt at árstíð og soleiðis eisini fiskiskapi, har skipaeigarar velja at taka skipini upp til viðlíkahald ímillum vertíðir. Aðrar tíðir noyðast skip upp, tí onkrar umvælingar skulu gerast, sum ikki kunnu bíða.

- Skipini, sum hava verið uppi seinastu tíðina, hava í fyrsta lagi verið til vanligt viðlíkahald. Onkur skip hava staðið fyri klassing, og í øðrum føri hevur okkurt verið áfatt við maskinarínum.

Stjórin vísir til stuttleikar á, at ísfiskatrolarin, Grønanes, herfyri kom upp, og tá skipið fer av aftur bedingini, hevur tað bæði broytt lit og navn. Grønanes kallast nú Smaragd. Kennibókstavirnir - VN - eru skiftir út við KG, og skipið hevur fingið JFK-litirnar.

Av teimum stívliga 450 fólkunum, sum í dag starvast fyri Mest-samtakið, eru eini 180-200 fólk í høvuðsstaðnum. Umframt smiðju-og bedingsarbeiði, hevur Mest eisini sína sølubúð og goymslu í Havn, og her er eisini høvuðsskrivstovan.

Í umsitingarliga partinum starvast eini 20-25 fólk, og tá er teknistovan við átta fólkum íroknað. Í Havn starvast maskinsmiðir, menn sum fáast við stál og sveising, og her eru eisini nógvir arbeiðsmenn, sum taka sær av vanligum viðlíkahaldi av skipum og bátum. 

- Vit hava sjálvsagt eisini okkara virksemi á Skála og í Runavík, og haraftrat hava vit í løtuni umleið 70 mans, sum starvast fyri Pam Offshore í Noregi, sigur Mouritz Mohr og vísir á, at aftrat øllum hevur Mest eisini sína sleipitænastu við Pressaranum og Samson.

- Sleipararnir hava heimstað í Havn, men fara um alt landið - alt eftir, hvar uppgávurnar eru. Sleipararnir gera ymiskar tænastur, sum eitt nú sleip-og loðsuppgávur.

Størsta starvsfólkatal, sum stjórin veit um hevur verið knýtt av Mest, er umleið 500 fólk, og hann heldur, at talið í løtuni nærkast hesum, tá alt samtakið verður tikið við.

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er forvitnisligt serblað um framleiðslu og vinnulív í Havn, og her er eisini ein størri samrøða við Mouritz Mohr, umframt at serblaðið skiftir orð við fleiri framleiðarar og veitarar í høvuðsstaðnum.

- Vit hava bara merkt vælvild, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr.