Fólk eru ómetaliga røsk at stuðla

Stuðulin frá landinum munar alt ov lítið, sigur Claus Olsen í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum aftur fer at selja seyð og kjøt á uppboði í annaðkvøld

Hesin veðurin er ein av teimum, sum verða seldir á uppboði í annaðkvøld

Hesin veðurin er ein av teimum, sum verða seldir á uppboði í annaðkvøld

Aftur í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fara tey í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag at selja seyð og kjøt á uppboði. Uppboðssølan er á Bíargarði, har hon plagdi vera.

Í ár hava teir 11 livandi seyðir at selja, men harumframt hava teir nøkur krov, sum verða limað sundur og seld, lim fyri lim. Onkran suðuroyarsperðil hava tey eisini.

Tann eini seyðurin, sum verður seldur á uppboðnum í annaðkvøld, hevur kanska eina serliga søgu. Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag skrivar á Facebook, at tá ið tey vóru í Vági hendan dagin og bjargaðu skúlanæmingum, sum vóru komnir í neyð á Vágseiði, komu teir eisini í sama viðfangi, fram á eitt veðurlamb, sum hevði gingið seg í óføri. Tey  fingu bjarga lambinum, men tann sum átti tað, gav felagnum tað at selja á uppboði.

Men hóast uppboðsølan er í annaðkvøld, ber longu nú til at bjóða á internetinum og tað verður lagt afturat so hvørt og i kvøld er ætlanin at leggja fleiri av sundurlimaðu krovunum á internetið.

Claus Olsen sigur, at pengarnir, sum koma inn, skulu brúkast til at reka felagið fyri. Landið letur nakað av stuðuli til bjargingarfeløg, men hann munar ikki nógv. Tað, sum fellur Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í lut eru 23.000 - 24.000 krónur um árið.

– Tað er nógv illa fyri tryggingar hjá felagnum og tíðansheldur røkkur tað til nakran rakstur annars, sigur hann.

Hann sigur at so at siga allur seyðurin, sum verður seldur á uppboði, verður latin fyri einki.

– Fólk eru ómetaliga røsk at stuðla, sigur hann. Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at fólk koma longu nú og bjóða sær til at lata seyð aftur á næstu uppboðssøluni.

Hetta er sættu ferð, at Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag selur seyð á uppboði. Claus Olsen sigur, at rættiliga nógv fólk plagdu at vera á uppboðssøluni og tey gera eina hugnaløtu burtur úr, har felagið bjóðar ein drekkamunn.

Nú stendur veturin fyri durum og felagið hevur fyrireikað seg til at boð verða eftir teimum. Bilarnir eru pakkaðir við útgerð og amboðum, so vit eru klár at fara til verka eftir eini lítlari løtu.

Hann sigur, at tað stendur ongantíð á at fáa fólk. Eru boð eftir fólki, tveita fólk alt úr hondunum og eru klár eftir eini lítlari løtu, sigur hann.

Hesin veðurin er ein av teimum, sum verða seldir á uppboði í annaðkvøld