Fólk kunnu rópa eftir morgunmati á sandinum

- Vit hildu, at vit skuldu gera okkurt stuttligt í ár, sigur Frank Djurhuus Jakobsen frá Norðlýsinum

Norðlýsið

Norðlýsið

Ein fastur gestur á G! festivalinum er sluppin, Norðlýsið, sum plagar at liggja eitt petti út frá sandinum í Syrðugøtu. Soleiðis er tað eisini í ár, men í ár hava tey úr Norðlýsinum valt at royna eitt nýtt konsept.

Norðlýsið selir G! gestunum morgunmat, og tað verður gjørt upp á ein heldur øðrvísi máta.

- Fólk kunnu rópa eftir okkum frá sandinum, og so koma vit við gummibáti eftir teimum, sum ynskja at keypa morgunmat, sigur Frank Djurhuus Jakobsen, sum stendur fyri bókingum og fyrispurningum hjá Norðlýsinum. 

Á menuini er eggjamuffin við fleski, breyð við osti og kaffi og te.

- Vit hildu, at vit skuldu gera okkurt stuttligt í ár, sum eisini er til góða nyttu. Vit hava í fyrsta umfari hava sett morgunmatin at vera frá klokkan 9 og 12, men tað er ikki so fastlagt, so tað kann vera, vit hava opið longri, um onkur stendur og rópar eftir okkum aftaná klokkan 12, sigur Frank Djurhuus Jakobsen.

Burtursæð frá morgunmatartilboðnum hevur Norðlýsið eisini aðrar smærri uppgávur á ársins festivali. Nakrir av tónleikarunum og gestunum skulu ein siglitúr, og annars skipar sluppin sítt virksemi eftir tørvi.

Birgir Enni verður ikki við Norðlýsinum á G! festivalinum í ár. Tað verður Hávardur Enni, sum tekur sær av skipinum, og skipari er Jens Mortan Rasmussen.

##med2##

Norðlýsið