Fólk mátti rýma frá fleiri bilum í kavarokinum

Nógvir bilar havi staðið fastir og nakrir fóru eisini útav

Hesin bilurin fór útav á Gøtueiði í gjárkvøldið

Hesin bilurin fór útav á Gøtueiði í gjárkvøldið

Tað hevur verið rættiliga ringt veður í gjárkvøldið og í nátt. Tað hevur verið nógvur vindur, men tað er serliga tað nógva avfallið við vátakava, sum hevur elvt til trupulleikar.

Løgreglan sigur, at fleiri bilar hava staðið fastir, bæði á Velbastaðhálsi, á Gøtueiði, á Oyndafjarðarvegnum, og aðrastaðni.

Løgreglan sigur, at í nógvum førum eru fólkini í bilunum, eisini rýmd úr teimum og hava latið teir staðið. Tey eru so antin farin til gongu, ella eru tikin upp í aðrar bilar, sum hava klárað tað. Í øðrum førum hava fólk sitið rættiliga leingi í bilunum, áðrenn tey eru bjargað úr teimum.

Men serliga ringt var á Vestmannavegnum, har fleiri bilar stóðu fastir, og eisini har var fólkið farið úr fleiri av bilunum.

Har stóðu bilarnar so illa fyri, at var brúk fyri sjúkabili, ella øðrum neyðsendarakførum, høvdu tey ikki sloppið fram, og tískil máttu fólk frá Landsverki til verka at fáa bilarnar fluttar.

Við Gøtueiði fór ein lastbilur út av í hálkuni, og hann stendur enn, sigur løgreglan. Har er kortini koyrandi framvið honum, men tað fara tey í holt við nú fyrrapartin.

Á Sandi fór ein bilur útav, og har vóru líkindini so vánalig við nógvum vindi, at tað gekst illa hjá løgregluni at sleppa úr løgreglubilinum at lesa nummarplátuna. Og á Velbastaðhálsi fór eisini onkur bilur út av

Men fólkaskaði var eingin, sigur løgreglan

Eisini vindur hevur elvt til trupulleikar, á Sandi var ein húsatekja við at ríva og í Suðuroy loysnaði ryggásin á einum húsi so at tey fingu nakað av vatnskaða.

Løgreglan sigur, at kortini hevur fitt av fólki verið í býnum og í hesum sambandi eru nøkur fólk gliðin og eru farin undir læknahond.

Í nátt fóru tveir ungir mans eisini til hendurs, og løgreglan fer í dag at avhoyra onkur fólk fyri at vita um eitt mál skal reisast um harðskap, hóast lítil og eingin skaði var.

Hesin bilurin fór útav á Gøtueiði í gjárkvøldið