Fólk skulu ikki pískast til at spara

Føroyingar skulu ikki tvingast við avgjøldum til at spara olju og bensin, sigur Heðin Mortensen

Tað verður ikki við mær í samgongu, at fólk skulu tvingast við avgjøldum til at spara olju og bensin. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Hann sipar til at ein arbeiðsbólkur hjá landsstýrinum hevur gjørt nøkur tilmæli um, hvussu vit fáa føroyingar at spara olju og bensin.

Nøkur av tilmælunum eru, at munandi avgjald skal leggjast á olju, sum sethús brúka, og somuleiðis skal munandi avgjald leggjast á diesel og bensin til bilar.

Eitt endamál við tí er at gera tað ov dýrt hjá fólki at brúka olju og bensin, so at tey verða tvingað at leggja um til grøna orku. Men eitt annað endamál skal eisini vísa fólki, at tað skal ikki vera ókeypis at dálka.

Ein atfinning ímóti eini slíkar skipan hevur verið, at tað fer at raka fólk við lágum, og miðal inntøkum, rættiliga hart, ímeðan tað ikki ger mun hjá fólki við góðum inntøkum.

Heðin Mortensen ger púra greitt, at tað verður ikki talan um nakað slíkt so leingi hann er í samgongu.

Hann sigur, at skulu vit leggja um til grøna orku, skulu vit øll vera felags um tað, og tí skal tað vera uppgávan hjá SEV, og hjá myndugleikunum, at menna eitt grønt orkuskifti.

Tað skal ikki gerast við at leggja avgjøld á fólk, tí tað snýr seg um at gera framleiðsluna av streymi grøna, Men hann heldur, at tað er irriterandi, at tað verður tosað ov nógv, men ov lítið verður víst í verki, leggur hann afturat.

Ein máti kann vera at gera felags, grønar orkuskipanir til heilar bygdir, ella bylingar, og so leggja rør í hvørt hús, sigur hann.