Fólk tyrpast saman rundan um tunnilsmunnarnar

Fólkatalið rundan um Eysturoyartunnilin veksur nógv skjótari enn aðrastaðni

 

 

 

 

Skálafjørðurin er tað nýggja vakstrarøkið í landinum

Skálafjørðurin er tað nýggja vakstrarøkið í landinum

Tann 1. septembur í ár búði 52.703 fólk í Føroyum. Sostatt búgva 768 fólk í Føroyum nú, ella 1,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Men uppgerðin vísir eisini, at fólkavøksturin er hæsaður eitt sindur av, tí árið frá 1. september í 2018 til september í fjør, vaks fólkatalið 1,8 prosent.

Men tað er ikki yvir at dylja, at tað er í sjálvum meginøkinum, og serliga rundan um munnarnar á Eysturoyartunlinum, at fólkið tyrpust saman. Sum heild veksur fólkatalið mest í Eysturoynni, har tað er vaksið 1,9 prosent hetta seinasta árið. Í Havnini er fólkatalið vaksið 1,9 prosent so í hesum partinum av miðstaðarøkinum, hevur vøksturin verið væl yvir miðal.  

Men verður hugt eftir einstøkum kommunum í Eysturoy, hevur fólkavøksturin í Nes Kommunu verið 3,2 prosent hetta seinasta árið, í Runavíkar kommunu hevur vøksturin verið 2,1 prosent og í Sjóvar kommunu hevur tað v verið 2,7 prosent, so hesar kommunurnar veksa nógv skjótari enn restin av landinum.

Í Norðurstreymoy og Vágum er vøksturin 1,4 prosent og tað er vert at leggja til merkis, at eisini í Sandoy er fólkatalið vaksið 1,4 prosent hetta seinasta árið. Í Norðoyggjum er fólkavøksturin 0,7 prosent  og eisini í Suðuroy er ein lítil vøkstur í fólkatalinum við 11 fólkum, sum er 0,2 prosent.

Hagstovan sigur, at hetta hevur verið gongdin hesi seinastu árini, at tað er í Eysturoy, í Havn og í Vágum, har fólkatalið er vaksið skjótast, os síðani kemur Norðstreymoy og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy hava onki fingið burturav fólkavøkstrinum hesi árini, men hesar seinastu mánaðirnar tykist tað tó sum um at gongdin í Sandoy er vend.

Skálafjørðurin er tað nýggja vakstrarøkið í landinum