Fólk við krabbameini skulu taka somu atlit

Verjutiltøkini hjá krabbameinssjúklingum eru tey somu sum hjá øðrum fólkum, ið royna at verja seg móti corona-virus.

 

 

Sjúkugongdin hjá krabbameinssjúklingum er ógvuliga ymisk. Tí mælir Kræftens Bekæmpelse fólki, sum hava krabbamein, til at seta seg í samband við lækna, um tey hava illgruna um, at tey kunnu vera smittað við corona-virus.

Í samskiftinum við lækna kunnu sjúklingar eisini spyrja, um tey eiga at taka nøkur serlig atlit fyri at verja seg. Eins og onnur við kroniskum sjúkum, kunnu krabbameinssjúklingar eisini uppliva stúran um útbrotið av corona-virus (Covid-19), sum nú eisini hevur rakt norðurlond.

Krabbameinsjúklingar kunnu hava spurningar um serstøk atlit, og ein spurningur kann vera, um fólk við krabbameini eru í størri smittuvanda enn onnur í mun til nýggja virusið. Men, í Kræftens Bekæmpelse siga tey, at krabbameinssjúklingar sum heild skulu fylgja somu góðu ráðum, sum øll onnur í royndini at fyribyrgja smittuni.

Til tess at fyribyrgja smittu mælir Heilsustýrið til:

* Gott reinføri, serliga hondvask, møguliga sóttreinsan til reinar og turrrar hendur.

* Tú skákar tær undan fólki, ið vísa sjúkueyðkenni sum krím ella ígerðarsjúku í andaleiðini.

* Hosta ella nýs í ein einnýtslu lummaklút, ermu ella í handarkrikan.

Heilsustýrið upplýsir, at sambært fyribils tølum kunnu eldri fólk, sum frammanundan eru fongd við sjúkum, gerast harðari rakt av corona-virus. Talan er serliga um fólk við kroniskum sjúkum, eitt nú hjartasjúkum, sukursjúku, kroniskum sjúkum í lunga og andarás og krabbameinssjúku. Eldri fólk við hesum sjúkum kunnu gerast harðari rakt av nýggja corona-virusinum, Covid-19.

Viðmælt verður ikki, at frísk fólk brúka andlitsmasku ella aðra slíka verju í almenna rúminum.

- Hevur tú tekin um sjúku - fepur, turran hosta ella trupulleikar við andadrátti - 14 dagar eftir heimkomu frá uttanlandsferð, er tað týdningarmikið, at tú ringir til lækna, áðrenn tú møtir upp hjá læknanum, skrivar cancer.dk.

Deildarlæknin á Statens Serum Institut, Peter Henrik Andersen, heldur ikki, at nøkur orsøk er til stúran, soleiðis sum støðan er í løtuni. - Alt verður gjørt fyri, at útbreiðslan av corona-virus verður so avmarkað sum gjørligt.

Í meira enn ein mánaða hevur heimurin fylgt við, hvussu corona-virus hevur spreitt seg úr Kina og víðari til Evropa og nú eisini til Skandinavia, har Noreg fyrst varð rakt.

Statens Serum Institut og Heilsustýrið hava mett, at lítil vandi er fyri stórari útbreiðslu av smittu í Danmark, og stovnarnir halda, at vandin fyri, at corona-virus rættiliga fer at bjóða heilsuverkinum av, er lítil.

Heilsuverkið er tilbúgvið og hevur drúgvar royndir við at taka sær av sjúklingum, ið eru undir illgruna fyri smittandi sjúku. Peter Henrik Andersen vísir á, at tá fólk frammananundan líða av ymiskum sjúkum, kann smittan við corona-virus gerast meira álvarslig, men hetta er galdandi fyri allar ígerðarsjúkur - og ikki bara corona.

- Samstundis kunnu vit siga, at eingin borgari í heiminum er mótstøðuførur yvirfyri corona-virus, tá hetta er fyrstu ferð, at Corvid-19 er staðfest í menniskjum, leggur hann aftrat.

Peter Henrik Andersen minnir á, at fólk ikki eiga at gloyma, at umleið 1500 danir á hvørjum ári doyggja av vanligari krímsjúku ella beinkrími. - Tað er tí týdningarmikið, at tingini verða sett í perspektiv í mun til óttan, sum fólk tykjast at hava fyri corona-virusi, sigur deildarlæknin á Statens Serum Institut.

##med2##

 

 

 

Deildarlæknin á Statens Serum Institut, Peter Henrik Andersen.