Fakfeløg legga trýst á fyri at kalla Løgtingið saman

Heili tíggju fakfeløg vilja hava Løgtingið saman sum skjótast at viðgera eitt mál, sum fer at hava ávirkan á 30.000 føroyingar

Heili tíggju fakfeløg heita nú á formennirnar fyri flokkarnar á Løgtingi um at virka fyri, at Løgtingið verður kallað saman aftur sum skjótast. Endamálið við tí skal vera at samtykkja lógaruppskotið, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur lagt fram um at seta bann fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Talan er um tey seks fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelag, Føroya Lærarafelag, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag, umframt tey fýra fakfeløgini í Samtaki, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag

– Føroyar eru einasta av Norðanlondum, sum ikki hevur eina lóg móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, siga tey. Tað er ikki virðiligt og kann á ongan hátt verjast ella góðtakast, at Føroyar framhaldandi verða verandi eftirbátur, tá ið umræður grundleggjandi løntakararættindi og -verju, siga fakfeløgini í áheitanini á floksformenninar.

Lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum var eitt av uppskotunum, sum fall fyri tíðarfreistini, nú Løgtingið fór í summarfrí, men nú heita tey bæði fakfelagssamtøkini á floksformennirnar um at gera sítt til, at tingið verður kallað saman aftur at viðgera uppskotið.

Feløgini vísa á, at hettar er triðju ferð, at slíkt uppskot er fyri á løgtingið seinastu tvey árini.

– Tað kann als ikki góðtakast at eitt uppskot, sum er so væl gjøgnumarbeitt og so týdningarmikið fyri føroyska løntakaran, enn einaferð standar í politisku skipanini, tí hettar hevur einki við partapolitikk at gera, siga tey bæði fakfelagssamtøkini, sum umboða stóran part av føroysku løntakarunum.

–  Vit fara tí staðiliga at heita á tykkum sum formenn fyri politisku flokkarnar um at virka fyri, at føroyski løntakarin ikki einaferð enn verður settur í bíðistøðu, men at lógin móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum hesaferð kann verða samtykt, siga feløgini í áheitan síni til floksformennirnar.

Tey siga, at hetta er eitt mál, sum viðvíkur útvið 30.000 løntakarum, sum hoyra til allar politiskar flokkar. –– Aðrastaðni hevur lógin prógvað, at hon hevur verið eitt satt frambrot fyri eittnú fólk við breki og hevur eisini forðað fyri aldursdiskriminatión. Tað átti at verið púra natúrligur áhugi hjá øllum flokkum á tingi, at løntakararnir í Føroyum langt um leingi unnast somu rættindi og løntakaraverju, sum løntakararnir í øllum okkara grannalondum hava havt í nógv ár, siga fakfeløgini.