- Hetta er heilt sikkurt met

- Endamálið við at seta fiskin seinni út er at sleppa undan einum hálvum ári við lúsakríggi, sigur Atli Gregersen, alari.

 

- Tað er hetta, sum er hugskotið - at sleppa undan einum hálvum ári við lúsakríggi, sigur ein ovfarin, Atli Gregersen.

- Tað er hetta, sum er hugskotið - at sleppa undan einum hálvum ári við lúsakríggi, sigur ein ovfarin, Atli Gregersen.

Á norsku heimasíðuni - ilaks.no - er áhugaverd samrøða við Atla Gregersen, stjóra í Luna í Sørvági, har gøtumaðurin greiðir frá, at alifyritøkan hevur slaktað laks við eini miðalvekt á 5,6 kilo, sum hevur verið í sjónum í minni enn eitt ár.

 

Tað var hin 23. mars í fjør, at laksasmolt, sum hevði eina miðalvekt á 504 gram, varð sett út. Útsetingin var á 59.000 smolt, og nú eru seinastu fiskarnir frá hesi útseting slaktaðir.

 

Laksurin hjá Luna er vaksin bæði skjótt og væl, og miðalvektin er á 5,6 kilo, sløgd vekt.

 

- Eg eri vísir í, at hetta er met, sigur ein ovfarin alari, Atli Gregersen, við ilaks.no.

 

Hann vísir á, at miðalhitin í sjónum kring Føroyar gjøgnum árið liggur um eini átta stig, men í ár hevur tað verið nakað kaldari.

 

- Við minni lúsaplágu, minkar eisini framleiðslukostnaðurin. Tað er hetta, sum er hugskotið - at sleppa undan einum hálvum ári við lúsakríggi, sigur Atli Gregersen við ilaks.no