Fólkaheilsuráðið umhugsar nýtt tilmæli “Drekk minst møguligt”

Fólkaheilsuráðið fer nú at umrøða, hvørt tilmælið í Føroyum skal broytast til drekk minst møguligt, men við tilvísing til nøgdir, har vandin fyri heilsuskaðum økist hagfrøðiliga, skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi

WHO hevur sum so onga beinleiðis vegleiðing, men 7/14 er mark í sambandi við munandi økta vanda fyri heilsuskaðum, og tað hevur ikki verið ætlanin hjá WHO at brúka 7/14 alkohol eindir, sum mark fyri, hvat tú kanst drekka, skrivar Fólkaheilsuráðið.

Vegleiðingar hjá londunum, sum vóru við á Nordisk Rusmiddel seminar í Nuuk herfyri minna nakað um hvørt annað. Norra brúkar tó ikki vegleiðingina 7/14 alkohol eindir longur, hetta tí tey meta, at gransking ikki vísir nóg týðiligt, at ein ávís nøgd hevur heilsuligan virknað. Millum annað vísir nýggj gransking eisini, at lægri nøgdir enn 7/14 eisini kunnu vera heilsuskaðandi.

Fólkaheilsuráðið skrivar, at vit gerast alsamt eldri og spurningurin er, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til alkoholnýtsluna hjá eldri borgarum, og hvussu skulu røktarfólk fyrihalda seg á røktarheimum, har alkohol fyllir meir og meir, og hvussu skulu heimahjálparstarvsfólk fyrihalda seg til tey, sum búgva heima.

Fólkaheilsuráðið fer eisini at koma við átøkum, sum viðgera alkoholnýðslu og eldri.

24 umboð frá Nordisk Rusmiddel seminar (NRS) felagsskapinum saman við umboðum í Grønlendsku landsumsitingini og starvsfólkum, sum arbeiða á rúsevnisøkinum í Grønlandi tóku lut á seminarinum í Nuuk. 

– Tað er umráðandi at varpa ljós á alkoholnýtslu, tí kanningar vísa, at høg nýtsla av alkoholi í langa tíð førir til medisinskar sjúkur, og at fyllskapur ofta førir til akuttar vanlukkur og skaðar, sum so frálíður ofta ger fólk sjúk, skrivar Fólkaheilsuráðið.

##med2##

– Tað er prógvað, at avmarkað atgongd minkar um rúsdrekkanýtsluna. Øll londini í NRS samstarvinum, uttan Danmark og Grønland hava einkarsølu. Aldursmarkið fyri at keypa øl og vín í londunum, sum eru við í NRS samstarvinum liggur millum 16 og 18 ár, meðan aldursmarkið fyri at keypa spiritus liggur millum 18 og 20 ár. Í Føroyum er aldursmarkið í báðum førum 18 ár, men kanska átti markið fyri spiritus at verið sett upp til 20 ár, skrivar Fólkaheilsuráðið. 

– Tað var áhugavert at hoyra, hvussu íslendingar hava fingið broytt alkoholnýtsluna munandi millum ung. Í 90-inum lógu ung í Íslandi á sama høga støði sum danskur ungdómur, tá ið tað kom til alkoholnýtslu, og tí byrjaðu Íslendingar at seta inn á fleiri økjum. Tey fóru undir at kanna, hvat tey, sum ikki drekka, hava í felag. Tað vísti seg, at hesi høvdu góð familjusambond, góðar vinir, góða heilsustøðu og virkið frítíðarlív. Hetta er m.a. í tráð við høvuðsboðskapin í ABC fyri sálarliga heilsuverkætlanina og nýggja ABC áktakið “Kveik Ung” hjá Fólkaheilsuráðnum, skrivar Fólkaheilsuráðið.

Íslendingar fóru m.a. eisini undir at skipað ítróttin betur, settu útgongubann inni á ávísum støðum ávísar tíðir og styrktu foreldra samstarvið. Foreldraumboð skuldu m.a. vera í skúlastýrinum eisini á miðnámi, sum vit kanska skulu arbeiða fyri í Føroyum. Ongar barnaveitslur uttan tilsýn av vaksnum og promillumarkið fyri at koyra bil bleiv sett til 0,2. Íslendsku kommunurnar geva øllum møguleika ókeypis at taka lut í frítíðarvirksemi, sum er upplagt, at føroysku kommunurnar eisini gera, skrivar Fólkaheilsuráðið.

Øll londini banna lýsingar við rúsdrekka, uttan Danmark og Grønland, har tað bert er bannað at rætta lýsingar við alkoholi til børn og ung, skrivar Fólkaheilsuráðið.

 

 

Mynd frá Nordisk Rusmiddel seminar í Nuuk