Fólkaræðið var á breddanum á Kambsdali

Allur hósdagurin varð í dag brúktur at fagna fólkaræðinum í Miðnámi á Kambsdali

Miðnámsskúlin á Kambsdali hevur alla vikuna havt speakers Corner har yvir 40 ymisk valevni hav havt orðið. Í dag var so stóra løtan har ein heilur dagur var settur av.

– Hetta er okkara skylda sum ungdómsskúli at seta fólkaræði og løgtingsvalið á breddan. Allan dagin hava vit havt tiltøk, har næmingar hava havt høvi at kunna seg við flokkar og valevni á ymiskan hátt, sigur Páll Isholm, rektari.

Næmingarnir møttu í morgun og orðaðu spurningar til flokkar og valevni. Síðani var stóri formansfundurin, ið hevur verið afturvendandi síðani miðskeiðis í áttatiárunum á miðnámsskúlunum í Eysturoynni. Seinna partur var valkafé, har flokkar høvdu básar og løgdu fram sínar valskráir, áðrenn stóri kjakfundurin við ungum valevnum var í Aulu skúlans.

– Vit eru sera væl nøgd við dagin. Bæði luttøkuna hjá næmingunum, men eisini stóra áhugan og ómakin, flokkar og valevni hava gjørt sær. Hetta er heilt víst nakað vit ætla at endurtaka, sigur Páll Isholm, rektari.