Fólkatalið heldur fram at veksa

Gongdin er óbroytt síðani í 2014

Savnsmynd

Savnsmynd

Fólkatalið heldur fram at veksa

 

Tann fyrsta juni búðu 51.783 fólk. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Tann fyrsta juni í ár búðu sostatt 864 fólk fleiri í Føroyum enn fyri einum ári síðani, tann 1. juni í fjør

Hagstovan sigur, at gongdin er, at fólkatalið hevur verið alsamt veksandi síðan á vári 2014.

##med2##

 

Tó er væntandi, at ein ávís minking verður aftur nú í august mánað, tí tað er mánaðurin, tá ið nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.

Savnsmynd

Hendan myndin vísir gongdina í fólkatalinum seinastu árini. Tað sæst, at hvørt ár er eitt lítið hakk í, tað eru tey ungu, sum flyta av landinum í lestrarørindum í august mánað