Fólkatalið í Føroyum setur nýtt met

Hvønn einasta mánað verða vit 70 føroyingar fleiri

Tann fyrsta desember í fjør búðu 52.067 fólk í Føroyum. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya.

Sostatt vóru vit tá 807 føroyingar fleiri enn vit vóru í desember í 2018 og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,6 prosent.

Hagstovan sigur, at orsøkin til fólkavøksturin er, at tað eru fødd 271 børn fleiri enn tað eru fólk, sum eru deyð, og samstundis eru 636 fólk fleiri flutt til Føroya enn tað eru flutt úr Føroyum.

Hagstovan sigur, at tað var longu 1. august í fjør, at fólkatalið í Føroyum fór upp um 52.000 fólk, men síðani minkaði tað aftur í stóra fráflytingarmánaðinum, sum er august, tá iðnógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.

##med2##

 

Nú, tann fyrsta dessember eru vit so aftur komin upp á 52.067, og sostatt mangla 10 fólk í at fólkatalið í Føroyum aftur setur met, tí tann 1. august í fjør búðu 52.077 fólk í Føroyum.

Men Hagstovan sigur, at hesi seinastu árini er fólkatalið í Føroyum vaksið 70 fólk í miðal um mánaðin, so tað er einki at ivast í, at vit longu nú aftur hava sett met í fólkatalið. 

Gongdin í fólkatalinum í Føroyum síðani 2010 til 1. desember, tá ið 52.067 fólk búðu í Føroyum