Fólkatingið steingir partvís vegna koronu

Møguliga skundviðgerðir av lógaruppskotum í sambandi við covid-19 verða kortini raðfestar hóast partvísan stongsul

 

 

Fólkatingið steingir lutvíst vegna koronusmittuna í samfelagnum. Fyribils fram til miðjan februar.

Smittan skal niður. Og tað fær nú avleiðingar fyri arbeiðsgongdina á Christianborg. Millum annað verður lógarviðgerð útsett.

Tað sigur formaðurin í Fólkatinginum, Henrik Dam Kristensen, eftir fund í morgun um støðuna.

– Vit hava tvey endamál her. Vit skulu vera eitt parlament, sum skal fungera, sum kann lóggeva, og sum kann halda eyga við stjórnini. Tað er avgerandi, og vit skulu kunna gera lógir í mun til koronustøðuna.

– Hitt er, at vit hava hesa støðuna, sum vit hava, sigur Henrik Dam Kristensen.

Hann upplýsir, at tað verða sett ymisk praktisk tiltøk í verk, sum skulu minka um smittuvandan.

– Eisini økja vit trygdina viðvíkjandi koronu her inni. Millum annað við at gera skundkanningar – serliga teir dagar, tá nógv fólk eru her. Fleiri tiltøk, sum ikki skulu ganga út yvir parlamentariska arbeiðið, sigur hann.

Samstundis verður virksemið í Fólkatinginum minkað fyri at »taka trykkið«, leggur Henrik Dam Kristensen afturat.

– Stjórnin hevur gjørt av, at tað eru nøkur lógaruppskot, sum tey halda, kunnu bíða eitt sinur. Tað hava flokkarnir sagt, at teir eisini fara at umhugsa í sambandi við lógaruppskot, fyrispurningar og so víðari, sigur hann.

Ítøkjuliga vil tað siga, at lógarviðgerðin av 12 av 28 uppskotum, sum longu eru løgd fram, verður útsett.

Tey skuldu til umrøðu í Fólkatinginum í januar og februar. Men tey mugu nú bíða.

/ritzau/

Folketinget vil i de kommende uger ikke arbejde så meget som ellers planlagt. (Arkivfoto) - Foto: ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix