Fólkatingslimur í krepputíð

Barbara Gaardlykke Apol, sum stillaði upp fyri SU til fólkatingsvalið, hevur verið virkandi fólkatingslimur hesa seinastu vikuna. Vit hava sett henni nakrar spurningar um tíðina.

- Hetta var ikki heilt tað, eg ætlaði mær, men tað fái eg ikki gjørt so nógv við. Vit høvdu upprunaliga ætlað okkurt heilt annað, men orsakað av korona-virussinum bleiv tað av ongum. Eg havi kortini roynt at fáa sum best burturúr.

Allir vanligir tingfundir og nevndarfundir eru avlýstir, umframt at ætlaða floksleiðaraumfarið, sum Barbara skuldi luttaka í, eisini varð avlýst. Kortini hevur tað framvegis verið møguligt at seta ráðharrum skrivligar spurningar. Millum annað hevur Barbara varpað ljós á umstøðurnar í Mjørkadali.

- Meðan vit eru fleiri, sum hava sitið í sóttarhaldi, havi eg hugsað um tey, ið sita í isolatión í varðhaldinum. Amnesty hevur víst á, at isolatión verður í størri mun brúk í Føroyum enn í Danmark. Eftirsum at hetta er danskt málsøki, helt eg tað vera upplagt, at taka hetta upp við danska løgmálaráðharran.

Í dag kom svar frá løgmálaráðharranum, sum Barbara er sera nøgd við.

- Hann ásannar millum annað, at tølini í Føroyum eru ov høg, og at hann fer at taka stig til at gera átøk fyri at minka um tølini. Eisini fer hann at arbeiða við at almannakunngera hagtøl fyri varðhaldið og fongslið í Føroyum, soleiðis at sivilsamfelagið kann vera við til at hava eftirlit við myndugleikunum.

Vit í Sosialistisk Ung eru sera fegin um at hava fingið eitt umboð í Fólkatingið. Harafturat eru vit sera errin av, at bæði okkara valevni til valini í fjør eru komin innum tinggáttina – Ingilín Strøm í løgtinginum og nú eisini Barbara í fólkatinginum. Tíðin er av álvara komin, at ung sleppa framat at seta sín dám á føroyskan politikk.