Fólkavøksturin størst í Eysturoy

Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,6%, síðani í Vágaøkinum við 2,2%, í Tórshavnarøkinum við 1,9% og í Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,5% og minst av hesum í Norðoya sýslu við 0,9%. Í Suðuroy var vøksturin bert seks fólk, svarandi til 0,1%. Í Sandoyar sýslu var ongin vøkstur.

Fólkatalið var 51.617 tann 1. apríl. Tað vaks við 860 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. apríl 2018 – 1. apríl 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 289, ið er munurin millum fødd og deyð, og ein nettotilflyting á 571, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 74 størri, og nettotilflytingin 5 størri. Tí verður fólkavøksturin 79 fólk størri, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Munur er millum kynini í fólkavøkstrinum: tað vórðu 505 fleiri mannfólk, svarandi til ein vøkstur á 1,9% og 355 fleiri konufólk, svarandi til ein vøkstur á 1,4%.

##med2##

368 aftrat í høvuðsstaðnum og 293 aftrat í Eysturoy

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 368 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 293. Síðan koma Vágaøkið og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin. Í Norðoyggjum er vøksturin væl minni enn í miðøkinum. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum stendur í stað.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein alsamt veksandi part av fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.639 fólk, ið er 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 293 fólk svarar til 34% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 19.835 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 368 fólk, svarandi til 43% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.162 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 54 fólk svarar bert til 6% av øllum fólkavøkstrinum.

Hesi síðstu fimm árini hevur verið stórur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-10% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

##med3##

Tilflytingin økist - fráflytingin minkar
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur eina mest av broyttu flytingini, har tilflytingin er vaksin nógv, samstundis sum fráflytingin eisini er minkað.

Men meðan tilflytingin blívur við at vaksa og er nú um 1.800 fólk árliga, er minkingin í fráflytingini støðgað og liggur á sama støði við umleið 1.200 fólkum sum undanfarnu fýra árini.

Samanlagda úrslitið av størri tilflyting og minni fráflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og at hon hesi síðstu tvey árini er methøg í tali. Í prosentum var hon eitt vet størri um aldarskifti, tá nógv fólk fluttu heimaftur eftir hópfráflytingina og stóra minking í fólkatalinum í kreppuárunum í fyrru helvt av 1990-unum.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 550 fólk minni og tilflytingin eini 500 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á umleið 450 vend til eina positiva nettoflyting upp á umleið 571 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2018/19, skrivar Hagstovan

##med4##

Burðaravlopið veksur
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) væl størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 289 nú móti 215 undanfarna skeiði. Hetta kemur av, at føðitalið var 33 fleiri og deyðatalið 41 færri. Burðaravlopið varð sostatt 74 størri. 

Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum, óbroytt í einari og minking í seks.


Minkar í útoyggjum

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.

Í útoyggjum er minkað við 5 fólkum í Kalsoy, 3 í Hesti, 3 í Skúvoy, 2 í Mykinesi og við einum fólki bæði í Fugloy og Viðoy.

Hinvegin er vøkstur í Nólsoy við 5 fólkum og í Svínoy við 2.