Meginøkið veksur nógv skjótast

Fólkatalið í Føroyum vaks við 509 frá desember 2013 til desember 2014. Men tað er sera ójavnt, hvussu vøksturin er býttur

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

Hagstovan hevur á heimasíðu sínari dagførd tøl fyri broytingina í Føroyum í tíðarskeiðnum frá desember 2013 til desember 2014.

 

Samanlagt vaks fólkatalið í Føroyum við 509 fólkum hetta tíðarskeiðið, men tað er rættiliga ójavnt, hvussu vøksturin er býttur kring landið.

 

Tað er fyrst og fremst miðøkið, sum veksur. Sæð burtur frá Dímun, har fólkatalið øktist imponerandi 11,1%, so er størsti vøksturin – bæði lutfalsliga og absolutt – í Eysturoynni og Streymoynni. Tilsamans vaks fólkatalið á teimum báðu størstu oynnum við 530, og soleiðis minkaði samlaða fólkatalið í hinum oyggjunum við 21.

 

Borðoyggin og Vágoyggin hava eisini ein minni vøkstur, meðan talan var um fólkaminking í øllum hinum oynnum - Dímun tó undantakið.