Fólkið vil hoyra gamla tilfarið hjá Dynamitt (FM1)

(FM1) Á midnátt hertekur Niclas Heri Jákupsson Vágsbø við sínum Dynamittperlum. Hoyr samrøðu her

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

##med2##

- Fólkið vil hoyra sangirnar hjá Dynamitt, ið eg skrivaði tá eg var 16 til 20 ára gamal. Hetta greiðir fólkakæri sangarin og tónasmiðjurin, Niclas Heri Jákupsson frá í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig, reportara hjá FM1.

Niclas Heri viðgongur, at tónleikurin hjá Dynamitt er ikki nøkur tónleikaopinbering av Beethoven ella Mozart dimensjónum, men fólkið tekur væl undir við tí, og tað fegnast Niclas Heri um.

Niclas Heri gleðist eisini um at frætta frá fólki, ið fortelja hvussu tey møttu makanum ella aðrar sólskinssøgur í samband við sangir og framførslur hjá Dynamitt.  

Tann miðalaldrandi Niclas Heri møtir eisini fólki sum vilja hava autograf frá honum. 

Nú gleðir Niclas Heri seg saman við einum væl leikandi orkestri aftur at hertaka Vágsbø í kvøld.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við Niclas Hera Jákupsson fyrr í dag. 

##med3##

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

(Summarfestivalssamrøða við Niclas Hera Jákupsson)