Fór á wc og misti plássið í koronukøini

Langa bíðirøðin til konronukanningarnar á Landssjúkrahúsinum hava seinastu dagarnar merkt ferðsluna í høvuðsstaðnum.

Í gjár vóru tvær ferðir boð eftir løgregluni, tí ósemja var millum fólk í køini.
Onkur kendi seg snýttan, og vildi hava fólk at duga vanligan »køkultur«. Viðkomandi var farin burtur úr køini fyri at fara á wc og var misnøgdur, tá hann ikki slapp inn aftur á sama plássið í køini.
– Hetta verður roknað sum vanlig ferðsla, hóast hon gongur øgiliga seint, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
– Steðgar tú á, ella fert úr køini, so kanst tú rokna við, at onkur koyrir forbí, sigur hann. Og tað fær løgreglan einki gjørt við.

##med2##

Onkur skotraðist í so nógv í køini í gjár