- Handliðurin var svartur, og tá eg trýsti á svarta blettin, hevði eg eingi følilsi í húðini. Alt var bara steindeytt, sigur Trond Brekke. Mynd: Privat.

Fór at vaska bát - endaði á sjúkrahúsi

- Hondliðurin gjørdist svartur, og eg misti følilsið í húðini. Tá skilti eg, at okkurt var galið, sigur maðurin, sum nú vil ávara onnur.

 

- Handliðurin var svartur, og tá eg trýsti á svarta blettin, hevði eg eingi følilsi í húðini. Alt var bara steindeytt, sigur Trond Brekke. Mynd: Privat.

 

Tú eigur at vera ansin, tá tú brúkar etsandi vaskievni. Tað hava so mong fingið at sanna. Á hvørjum vári, tá menn fara at vaska bátar, eru hendingar - meira og minni álvarsligar - har vaskievnið etsar húðina. Tá skaðin gerst meira álvarsligur, kann eisini gerast neyðugt at flyta húð upp á, har etsingin hevur verið.

Nú vil ein norðmaður úr Tønsberg, Trond Brekke, sum fór at vaska sær bátin, ávara onnur um ikki at gera tað, sum hann gjørdi henda dagin, tá hann endaði á sjúkrahúsi. Sjálvur veit hann ikki, hvussu ofta hann hevur vaskað bát og gjørt bátin kláran, men hesaferð gekk ikki væl í hond.

Trond Brekke plagar ikki at vera í handskum, tá hann vaskar bátin, men hesaferð hevði hann latið seg í handskar, og hann hevði eisini latið seg í regnklæði. Kortini endaði dagurin við, at hann fekk djúp etsandi sár í handliðin, tí vaskievnið, hann brúkti, hevði runnið niður ímillum ermuna og handskan.

Sjálvur sigur hann við norskar miðlar, at tá hann hevði vaskað í einar tveir ella tríggjar tímar, var báturin skínandi reinur. Tað var ikki, fyrr enn hann skuldi lata seg úr klæðunum, at hann legði til merkis, at alt ikki var, sum tað skuldi.

- Handliðurin var svartur, og tá eg trýsti á svarta blettin, hevði eg eingi følilsi í húðini. Alt var bara steindeytt, sigur Trond Brekke, sum nú ávarar onnur ímóti at gera tað, sum hann gjørdi. 

Meðan hann vaskaði bátin, hevði hann als ikki følt sær mein í handabakinum. Í byrjanini helt hann, at hetta nokk fór at laga seg, men fyri at gerast tryggur við støðuna, ringdi hann til Eiturupplýsingina.

- Eg fekk boð um at skola handliðin, har svarti bletturin var komin, við køldum vatni, og síðan søgdu tey, at eg skuldi seta meg í samband við læknavaktina. Síðan varð eg í skundi sendur til akutmóttøkuna á sjúkrahúsinum í Vestfold. Har fekk eg at vita, at hetta sær álvarsligt út. 

Trond Brekke hevði fingið djúpar etsuskaðar. Dagin eftir skuldi hann møta á sjúkrahúsinum í Telemark, og her varð húð tikin av lærinum og sett upp í handliðin, har etsingin hevði verið av vaskievninum, hann hevði brúkt.

Á norsku Eiturupplýsingini, sigur deildarleiðarin, Mari Tosterud, at tað eru fleiri, sum vaska bátar, tún, terassur og annað, sum venda sær til upplýsingina. - Okkara ráð eru at lesa neyvt tað, sum stendur á etikettini og at brúka verjuútgerð, soleiðis at sterk vaskievni ikki koma at húð ella eygum.

Hon leggur aftrat, at tá fólk eru óheppin, og vaskievni kemur á húð ella í eygu, er týdningarmiklast at skola, tí jú skjótari, tú skolar evnið burtur, minni verður skaðin. Vísir tað seg kortini, at skaði er hendur, eiga fólk alt fyri eitt at venda sær til læknavaktina.

- Handliðurin var svartur, og tá eg trýsti á svarta blettin, hevði eg eingi følilsi í húðini. Alt var bara steindeytt, sigur Trond Brekke. Mynd: Privat.