Fór sum fíggjarleiðari - aftur sum borgarstjóri

- Eg kom sum 15 ára gamal til Hósvíkar, har politikkur fylti rættiliga nógv heima hjá verforeldrunum, sigur nývaldur borgarstjóri.

 

- Í 2017 stóð eg við valinum, um eg skuldi fylgja mínum hobby ella ei, sigur Jógvan Kruse.

- Í 2017 stóð eg við valinum, um eg skuldi fylgja mínum hobby ella ei, sigur Jógvan Kruse.

 

- Tað er fantastiskt, at Sunda kommuna í skjótt farna skeiði hevur gjørt íløgur fyri umleið 150 miljónir krónur - og so kortini bert skyldar umleið 60 miljónir. Her er óvanliga nógv fingið burtur úr, og tað er eingin loyna, at skúlin, ítróttarhøllin og leikvøllurin við Margáir eru megnarverk, sum eru við til at framtíðartryggja kommununa.

Tað sigur nývaldi borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, sum í nøkur ár var fíggjarleiðari í kommununi. 

Jógvan Kruse er 41 ára gamal, og hann hevur ongantíð verið uppstillaður áður, hvørki til kommunuval, ei heldur til løgting ella fólkating. Men, kortini er hann ikki ókendur í kommunalpolitiskum høpi, tí í sløk fýra ár var hann fíggjarleiðari í Sunda kommunu við Heðini Zachariasen sum borgarstjóra. - Eg byrjaði í starvinum sum fíggjarleiðari hin 1. januar í 2014 og fór formelt úr aftur starvinum hin 5. juli í 2017. Eg var tó í ávísan mun knýttur at kommununi fyri at seta nýtt fólk inn í tingini fram til 1. november í 2017, sigur hann. 

Hann viðgongur, at hann stórtreivst í starvinum í Sunda kommunu, og hann hevði eitt sera gott samstarv við borgarstjóran, sum hann eisini hevur stóra virðing fyri. Nývaldi borgarstjórin letur eisini væl at samstarvinum, sum var á kommunuskrivstovuni sum heild, og hann rósar teimum fólkum, ið starvast fyri kommununa. - At eg treivst so væl í starvinum í Sunda kommunu, var eisini ein av høvuðsorsøkunum til, at eg læt meg stilla upp til kommunuvalið hesaferð, sigur hann.

Jógvan Kruse býr saman við konu síni, Eyðgerð Mørkøre, í gomlu húsunum hjá abbanum og ommuni á Oyrarbakka. Saman eiga tey trý hálvvaksin og vaksin børn. Tey keyptu húsini, sum eru dagførd og í góðum standi. Í fleiri ár búðu tey í Hósvík, haðani konan er, og tað var í 2015, at tey fluttu til Oyrarbakka. Tað er eisini á Oyrarbakka, at hann er vaksin upp og sleit sínar barnaskógvar. Foreldrini hjá Jógvani Kruse eru Ólajákup og Jonhild Kruse, og tey búgva eisini á Oyrarbakka. 

Verfaðir nývalda borgarstjóran, Jógvan Mørkøre í Hósvík, sat fýra setur í táverandi Hósvíkar kommunu, harav tríggjar sum borgarstjóri, og hann sat eisini fyrstu setuna í Sunda kommunu eftir samanleggingina. Kona Jógvan Kruse, Eyðgerð Mørkøre, hevur eisini sitið eitt skeið í býraðnum í Sunda kommunu.

Aftrat hesum tilknýti til ávikavist Hósvíkar kommunu og seinni eisini Sunda kommunu, var vermóðir Jógvan Kruse, Ragnhild Mørkøre, skrivari í Hósvíkar kommunu í fleiri ár, og eftir samanlegging í Sunda kommunu hevur hon verið í starvi hjá kommununi sum journalførari. - Tað er greitt, at áhugin fyri kommunalpolitikki byrjaði tíðliga. Eg kom sum 15 ára gamal til Hósvíkar, har politikkurin fylti rættiliga nógv í heiminum hjá verforeldrunum. 

Til stuttleikar vísir Jógvan Kruse á, at tá hann og konan sita við eitt døgurðaborð saman við verforeldrunum, kann av røttum sigast, at eingin við borðið nakrantíð hevur valt onnur fólk enn ávikavist Jógvan, Eyðgerð og so - nú - nývalda borgarstjóran.

Jógvan Kruse er útbúgvin bankamaður, og hann hevur eisini eina víðkaða útbúgving innan fígging. Árini 2002 til 2008 starvaðist hann í Føroya Banka - seinni Banknordik - og árini, áðrenn hann fór í starv sum fíggjarleiðari í Sunda kommunu, starvaðist hann sum deildarleiðari hjá Føroya Tele, har hann hevði handilsøkið undir sær. - Seinnu árini havi eg havt egna fyritøku - terminal.fo - ið byrjaði sum eitt hobby við ymiskum loysnum innan gjaldskort og terminalar. Hetta byrjaði longu, áðrenn eg fór í starv sum fíggjarleiðari og í 2016, tá eg fekk Mourits Clementsen at selja fyri meg, vaks fyritøkan.

Jógvan Kruse leggur dent á, at tað var ikki tí, hann ikki treivst í kommununi sum fíggjarleiðari, at hann segði seg úr starvi og fór at arbeiða meira í síni egnu fyritøku, tvørtur ímóti. - Eg stóð faktiskt við valinum, um eg skuldi fylgja mínum hobby ella ei. Mítt hobby var lønandi, og eg hugsaði, at um eg ikki tók henda møguleika tá, so bleiv tað helst ongantíð. Hetta var ein ógvuliga trupul og tung avgerð. Men, eg hevði hug at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi, og eg visti, at her var ein møguleiki, ið var lønandi. Eg segði meg úr starvinum í Sunda kommunu og fylgdi mínum dreymi, sigur nývaldi borgarstjórin.

##med2##

- Í 2017 stóð eg við valinum, um eg skuldi fylgja mínum hobby ella ei, sigur Jógvan Kruse.

Sum fíggjarleiðari sat Jógvan Kruse aftan fyri og konstrueraði tað, sum býráðið vildi fremja í verki.