Ford er mest seldi bilur í Føroyum í ár

Av teimum 1.052 nýggju bilunum í Føroyum í ár eru 126 av merkinum Ford, sum ger, at Ford er mest seldi bilur í ár.

Á øðrum plássi kemur Volkswagen, sum hevur selt 102 nýggjar bilar og síðani Toyota við 80 bilum.

Koronakreppan hevur rakt bilasøluna meint. Higartil í ár eru seld 817 nýggj akfør í mun til 1052 sama tíðarskeið í fjør. Ein munur upp á 235 akfør.

Bara í aprílmánaði lækkaði sølan av nýggjum bilum úr 352 niður í  177. Ein mundur upp á 175 akfør. Talið av seldum persónbilum minaði við 172 bara í aprílmánaði.

Toyota er mest seldi bilur í aprílmánaði. Tá vórðu seldir 19 bilar. Síðani kemur Ford við 18 og Renault við 17.

Talvan vísir 10 tey mest seldu bilmerkini frá 1. januar í 2020 til 30. apríl 2020:

Ford 126

Volkswagen 102

Toyota 80

Kia 74

Renault 70

Volvo 40

Nissan 35

Mercedes-Benz 31

Brenderup 29

Mitsubishi 26

 

Talvan vísir 10 tey mest seldu bilmerkini í apríl 2020:

Toyota 19

Ford 18

Renault 17

Kia 16

Brenderup 11

Volkswagen 11

Volvo 11

Mercedes-Benz 9

Citroen 6

Neoplan 5