Ford Explorer hevur sjey setur, fýrahjólstrekk, auto­mat­isk gear. Hann hevur 453 hestakreftir, og í miðal klárar hann at koyra yvir 30 km/l og kann koyra upp til 42 km bara við el

Ford Explorer plugin-hybrid

Kann koyra 42 km upp á el uttan at bensinmotorurin verður brúktur

Explorer hevur higartil verið eitt snið til am-er-ik-anska marknaðin. Men nú fæst hann eis-ini á okkara leiðum.

Hesin risastóri SUV fæst bara sum plug-in-hybrid. Tað vil siga, at hevur ein ben-sin-motor og ein el-motor, sum kann løð--ast upp frá elnetinum – og sum kann løða undir koyr-ing, sum vit vanliga kenna tað frá hy-brid-bilum. Hevur tú hug at spara bensin, so kanst tú til dømis løða tær bil-in nátt-ina og koyra upp til 42 kilometrar, uttan at ben-sin-mot-or-urin verður brúktur.

##med2##

Ford Explorer hevur sjey setur, fýrahjólstrekk, auto-mat-isk gear. Hann hevur 453 hestakreftir, og í miðal klárar hann at koyra yvir 30 km/l og kann koyra upp til 42 km bara við el.

Sambært danska blaðnum Bilmagasinet er hugs-unn-ar-hátt-urin hjá Ford at framleiða ein bil til allar marknaðir, og tað er hetta, saman við bilavgjøldunum her á okkara leiðum, sum er orsøkin til, at hesin sjáldsami gestur er kom-in hendavegin: Tann modernaði ameriksanski risa-SUV.

##med5##

Eftir góðu royndunum við at innflyta Mustang hend-an-veg-in kemur Explorer sum næsti amerikanski Ford hendanvegin. Hann fæst við einari motorútgávu og tveim-um útgávum, tað snýr seg um útgerð, og tá so at siga alt er standard frá verksmiðjuni, skulu kundarnir bara velja lit – og kanskan ein krók.

Ford Explorer er ein amerikanskt framleiddur SUV í miðal stødd. Sniðið er framleitt í átta milliónum eintøkum síð-ani 1991. Hetta sætta ættarliðið varð kunngjørt í 2019 og er nú fyri fyrstu ferð komið á evropiska marknaðin.

Í USA er Explorer ein vanlig SUV stødd miðal, men her á okkara leiðum er tað einn full-size SUV í støddini large í flokki við Mercedes GLE, Audi Q7 og Volvo XC-90.

##med4##

Explorer fæst við fleiri bensinmoturum í USA, men her kemur bara ein: Ein plugin-hybrid við V6-bensinmotori, elmotori og litiumbattaríi. Elektronisku komponentarnir og battaríið í hybriddrívlinjuni kemur frá Ford Kuga.

V6'arin hevur 350 hk og elmotorurin 102 hk. Til-sam-ans gevur hetta 457 hk og eitt moment upp á 825 Nm.

##med3##

Kreftirnar vera fluttar til eitt elektroniskt stýrt fast fýra-hjóls-trekk við einum 10-trins automatgearkassa. Hann klár-ar at koyra upp til 42 km sambært WLTP-krøvunum, með-an tað almenna nýtslutalið er 32,3 km/l.

Tá bilurin vigar 2,5 tons og fyllir nógv á vegnum, er spurn-ing-ur-in um hann er ein »grøn« loysn. Men tað er ó-trú-l-iga »avvápnandi« at kunna koyra fram við eini stórari manna-múgvu í einum stórum fýrahjólstrekkjara, sum ikki gev-ur eitt ljóð frá sær yvirhøvur. Harumframt er einki út-lát – meðan tú koyrir upp á el.

Hybriddrívlinjan hevur fýra møguleikar: At koyra bara upp á el, at goyma el til seinni nýtslu, at løða battaríið við bensinmotorinum ella at lata bilin sjálvan finna bestu sam-an-set-ingina millum el og bensin.

Sum standard eru fimm koyriprogramm til fýra-hjóls-trekk-ið: Normal, Eco, Slippery (vátt føri), Sport, Tungt sleip, Trail (djúp hjólspor) og Kavi/sandur.

Talgildu tólini handan rættið broyta seg alt eftir koyri-pro-grammi.

Ford Explorer hevur sjey setur, fýrahjólstrekk, auto­mat­isk gear. Hann hevur 453 hestakreftir, og í miðal klárar hann at koyra yvir 30 km/l og kann koyra upp til 42 km bara við el

Ford Explorer plugin-hybrid