Foreldur 14 ára fongsul fyri at drepa óynskt barn

Eini foreldur verða revsað við 14 ára fongsli fyri at hava dripið sjey vikur gamalt barn. Barnið var óynskt og doyði av harðskapi foreldranna.

Eini foreldur í Danmark eru í dag dømd 14 ár í fongsul fyri at hava dripið eina nýfødda gentu. Barnið var óynskt, og foreldrini framdu harðskap ímóti tí a sjúkrahúsinum.

Tað var eitt samt nevningating í Rættinum í Glostrup, sum dømdi foreldrini sek í morðinum.

Talan var um ein 34 ára gamlan mann og eina 24 ára gamla kvinnu. Bæði eru úr Irak, men maðurin er danskur ríkisborgari. Hann tosar danskt, meðan kvinnan undir rættarmálinm hevur havt hjálp frá tulki.

Undir málinum er komið fram, at foreldrini ikki ynsktu at fáa barnið, og at tey høvdu roynt at framprovokera ein abort.

Millum annað skrivaði kvinnan fimm vikur fyri føðingina eini boð til mannin. Tað gjørdi hon undir eini vitjan í Irak. Hon skrivaði, at hon fór til ein apotekara fyri at fáa fatur á pillarum, sum kundu framprovokera ein abort. Pillarar, sum kvinnan tók áðrenn hon fór undir føðing.

Barnið varð føtt tríggjar mánaðir fyri tíðina á Herlev Hospital fyrst í mars. Hon varð alt fyri eitt flutt til Ríkissjúkrahúsið. Seinni kom hon aftur á Herlev Sygehus, tí barnið í fyrstu syftu tykist at hava tað gott.

Men meðan hon var innløgd fekk gentan tað verri. Starvsfólkini vistu ikki hví, og gentan kom aftur á Ríkissjúkrahúsið.

Tá varð greitt, at annað lungað var punkterað.

Eina viku seinni punkteraði hitt lunga eisini. Seinni vísti obduktiónin 31 brot á rivjabeinunum.

Rætturin segði tað vera prógvað, at foreldrini framdu harðskap ímóti barninum við at klemma hana, so rivjabeinini brotnaðu, og at málið hjá teimum var, at gentan skuldi doyggja. Tað gjørdi hon eisini 25. apríl.

Tað er ikki eindømi, at foreldur drepa børn síni. Hvørt ár eru mál um mammur, sum eitt nú vegna eina føðipsykosu ella líknandi drepa barn sítt, ella pápar, sum til dømis taka so hart í skríggjandi børn, at tey doyggja.

Men mál, har foreldur í felag og við greiðum endamáli, at barnið skal doyggja, framja harðskap, eru sera sjáldsom.

 

/ritzau/